- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórar broytingar á Instagram
Insta verður ikki so instant longur.
Hetta kann staðfestast, eftir at Instagram 15. mars kunngjørdi nakrar broytingar, sum fara fram komandi mánaðirnar.
Síðan appin byrjaði, hava myndirnar verið í kronologiskari raðfylgju. Ein kundi fylgja við, hvat var hent ígjøgnum dagin, og hetta dámdi fólki væl, tí tey kundu altíð "scrolla" oman aftur har, sum tey seinast sleptu, og síðan arbeiða seg uppeftir. Hetta broytist tó!
Vanligi brúkarin sær ikki 70% av myndunum
Instagram vil vera við, at brúkarar missa í miðal 70 % av myndunum, sum verða lagdar út. Tískil metir sosiali miðilin, at tað kemur at gagna størsta partinum av kundaskarða teirra betur, um myndirnar verða skipaðar soleiðis, at tær mest áhugaverdu og viðkomandi myndirnar koma fram fyrst.
Hetta kann Instagram tryggja við at nýta serliga algoritmur, sum m.a. taka atlit til, hvørjum tann einstaki fylgir, hvørji áhugamál hann hevur, umframt undanfarið virksemi á Instagram og eisini á Facebook. Hav í huga at Facebook eigur Instagram.
Algoritmur
Facebook er kent fyri at hava sera framkomnar algoritmur, sum taka atlit til túsundtals faktorar, áðrenn tilfarið verður lagt út á "news feed" hjá tí einstaka. Hetta hevur riggað sera væl hjá teimum, tá sosiali miðilin í dag hevur umleið 1,5 mia. brúkarar. Væntast kann tískil, at slíkar algoritmur verða nýttar til Instagram eisini.
Hóast Instagram vil vera við, at teir gera hetta fyri at betra um upplivilsið hjá brúkarunum, so liggja pengar eisini aftan fyri hesa broytingina. Hetta kemur at opna fleiri hurðar hjá teimum, sum eru áhugað í at lýsa. Lýsingarhátturin fer at minna um tann á Facebook; tess meira tú rindar, meira sjónlig gerst tín lýsing.
Broytingarnar koma líðandi
Hevur tú ikki longu merkt broytingarnar, so eru tær ávegis. Instagram hevur avgjørt at føra hesar broytingar fram yvir eitt tíðarskeið á nakrar mánaðar, fyrst við lutfalsliga fáum brúkarum sum royndarkaninir.
Bloggarar eru ørkymlaðir
Bloggarar og kendir brúkarar kring heimin gerast nú ørkymlaðir, tí teir eru bangnir fyri, at teirra myndir ikki fara at liggja ovarliga á news feed hjá teirra fylgjarum. Teir biðja tískil sínar fylgjarar um at "turn on notifications." Hetta ger, at fólk fáa eina fráboðan, hvørja ferð hesin leggur okkurt út. Hugsa teg um, áðrenn tú velur hendan møguleikan, tí tá er skjótt, at tað byrjar at floyma yvir við spammi.
Lesið almennu kunningina hjá Instagram her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |