- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fylg føroyska mótaheiminum
Guðrið Helgadóttir í Gong
Lesur innanduraarkitektur í Manchester og bloggar um móta. Guðrið sigur, at hon sum barn elskaði at lata seg í klæðini hjá mammuni, og at áhugin fyri móta byrjaði har. Síðani hevur kreativitetur verið partur av hennara lívi við at tekna, mála, myndatøku, ballett o.s.fr. Guðrið hevur harumframt ongantíð sæð ein ræðufilm, tí hon skilir ikki, hví fólk vilja ræða seg sjálv.
Beinta Haraldsen
Beinta hevur leingi tikið myndir. Henni dámar serstakliga væl at taka mótamyndir, og hevur hon fleiri ferðir verið á mótavikum og tikið myndir. Fyrr í vár varð Beinta útlærd sum stylistur. Beintu dámar eisini væl knekkbreyð við salsa.
Lydia Hansen
Lydia er umbiðin fotografur av eitt nú sniðgevum, frisørum og sminkøsum. Myndirnar hjá henni hava fyrr verið myrkar í tí, men hava í seinastuni fingið sterkari litir. Lydia er júst flutt til Berlin, har hon lesur fotografi á bachelorstigi. Henni dámar eisini ógvuliga væl fuglar, tí teir eru fríir og hava møguleika at fara júst har, teir vilja.
Soul Made
Soul Made er eitt føroyskt klædnamerki. Beinta Poulsen byrjaði Soul Made í 2005. Hon strembar eftir at sniðgeva klæðir, ið passa inn í klassiska klædnaskápið, og spælir hon ofta við tilfar sum rátt leður og bleyta ull. Beinta elskar at eta á Barbaru og drekka kaffi latte, men ikki í senn.
Silvursnið
Silvursnið varð stovnað sum EMJ Jewellery í 2010, men skifti navn í 2014. Smykkurnar eru hondgjørdar og hava ein ráan og modernaðan dám, hóast íblásturin er úr føroyskari traditión. Erla-Maria Skovlund er heilin og hendurnar handan merkið. Silvursnið er kanska serliga kent fyri at hava gjørt krúnur til Miss Universe Norway og Miss Universe Faroe Islands.
Skálkur Man
Hóast kvinnumótin fyllir nógv meiri, so roynir Skálkur Man í SMS at umboða føroyska mannfólkamótan á instagram.
Laila av Reyni
Er bæði tónleikari, lærari og sniðgevi. Hon er nokk best kend fyri kjólarnar, sum viðhvørt eru puffuttir og litfagrir, viðhvørt smalir og avdúkandi. Eitt nú Eivør og føroyska Turið Elinborgardóttir, ið vann Miss Earth Denmark 2015, hava verið í kjólum eftir Leilu. Í løtuni arbeiðir hon við eini kollektión til Miss Universe DK 2016. Laila hevur ein playlista, har hon bert hevur sangir, sum nevna navnið Laila.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |