Garvað listafólk og ungir spírar sýna list á Várframsýningini

Garvað listafólk og ungir spírar sýna list á Várframsýningini
- Várframsýningin í Listaskálanum er relevant, progressiv og umboðandi, sigur Turið Nolsøe, sum sýnir fram fyri fyrstu ferð. Framsýningin letur upp fríggjadagin 15. apríl klokkan 16
14.04.2016 - 22:45

Várframsýningin á Listasavninum letur upp fríggjadagin 15. apríl klokkan 16. Fernisering byrjar klokkan 16, og Solveig Hanusardóttir Olsen fer at siga nøkur orð um framsýningina, sum er at síggja frá 15. apríl til 8. mai.

 

Garvað listafólk og ungir spírar

Várframsýningin er fjølbroytt og umfatar nógvar ymiskar listagreinar so sum videoverk, "mixed media", foto og installatiónir. Eitt av listafólkunum er Turið Nolsøe, sum ger grafikk og sýnir koparprent fram. Tað er fyrstu ferð, at hennara verk verða sýnd.

 

- Tað er feitt, at so nógv ung eru við, og enntá debutantar. Ja, sum til dømis eg, ið faktiskt aldrin havi sýnt nakað fram fyrr. Har er avgjørt okkurt ørt yvir tí. Tað er fyrstu ferð, at eg sýni fram, og so er tað í Listaskálanum – tað gevur mær sjálvandi eitt sindur av ágrytni, sigur Turið Nolsøe.

 

- Relevant, progressiv og umboðandi framsýning

Átjan listafólk sýna síni verk fram á Várframsýningini, átta menn og tíggju kvinnur. Har eru garvað listafólk sum Ole Wich og ungir spírar sum Dan Helgi í Gong.

 

- Eg frøist um, at framsýningin umboðar umleið helvt um helvt, kvinnur og menn, meðan summi verk eisini spæla við kynssamleika sambært tí, sum eg havi hoyrt. Eg haldi, tað vísir Várframsýningina sum eina relevanta, progressiva og umboðandi framsýning, sigur Turið Nolsøe. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.