Nei ER nei

Nei ER nei
"Hvis ikke man har et menneskets samtykke, så er der tale om et overgreb," sigur Emma Holten. "Tað er ein partur av veruleikanum, at maðurin dugir ikki at stýra sær og fer yvir um markið hjá kvinnuni. Tað er bara ikki allur veruleikin," sigur sálarfrøðingur
16.04.2016 - 17:00

Emma Holten er komin til Føroya í samband við, at Amnesty skipar fyri tiltaki um samtykki. Mailurin hjá Emmu Holten bleiv hakkaður, og hennara nakinmyndir blivu lagdar út á netið uttan hennara samtykki. 

 

Mike Viderø og Tóra í Stórustovu tosa um samtykki og nakinmyndir í Röddini, sum var í luftini fríggjakvøldið. 

 

"Hvis ikke der er samtykke - hvis man deler noget om et andet menneske. Det kan være nøgenbilleder eller hemmiligheder. Hvis ikke man har et menneskets samtykke, så er der tale om et overgreb," sigur Emma Holten, ið gjørdist heimskend fyri sín uppresitur ímóti hevndarporno. GMF tosaði við Emmu Holten fríggjamorgunin.

 


Emma Holten

 

Passiv konufólk og aggressivir menn

Suni Poulsen, sálarfrøðingur, fer at umrøða, hvussu samspælið millum kynini upplivist sum maður og drongur.

 

Mentanin uppfordrar til, at maðurin skal taka intiativ, og konufólkini skulu avvísa, hóast tær hava hug. Ert tú sum kvinna ov forlipt í monnum, verður kvinnan skjótt kallað ein hora. Konufólk pressa sostatt hvørja aðra at vera passivar. Sostatt mugu menn verða enn aggressivari, segði Suni Poulsen í GMF hósmorgunin. 

 

Tað er ein partur av veruleikanum, at maðurin dugir ikki at stýra sær og fer yvir um markið hjá kvinnuni. Tað er bara ikki allur veruleikin. Hin parturin er, at dynamikkurin millum kynini er kompleksur, sigur sálarfrøðingurin, sum fer at hugleiða meira um hetta í Perluni í kvøld.

 

Anti neyðtøku lynkursus við Sóley & Katrini

Sóley & Katrin framføra nýskrivaðar hugleiðingar/skemt/stuttleikir o.a til gaman og álvara.

Í kvøld bjóða tær eitt "anti neyðtøku lynkursus" við føroysku sjávlærdu anti neyðtøku serfrøðingunum Teresu og Kristinu Mariu.

 


Sóley & Katrin

 

Eftir uppleggini verður lagt upp til kjak og prát. Tiltakið er ókeypis og byrjar klokkan 19.30 í Perluni í kvøld. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.