- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tí hatar tú at hoyra tína egnu rødd

Tey allarflestu kenna tað. At hoyra sína egnu rødd í einum videobroti kann kennast sera løgið og pínligt.

Tað er nevniliga stórur munur á at hoyra seg sjálvan tosa inni í høvdinum og at hoyra sína rødd gjøgnum ein hátalara.

Grundin, til at tær ikki dámar tína "veruligu" rødd, er, at hon fyri teg tykist so ókend. Tú hoyrir teg sjálvan tosa hvønn dag og venur teg á tann hátt við tína rødd.

Tí kemur tað ofta sum ein skelkur at verða mint/ur á, at hendan løgna og ókenda røddin í veruleikanum er tín.

Eyðvarður Mohr Iversen og Torbjørn Mikkelsen, vertir hjá Röddini, hava eftir hondini vant seg við at hoyra sína egnu rødd í útvarpinum.

- Eg minnist væl, hvussu flóvur eg var av mínari rødd, tá fyrsta sendingin bleiv send. Men eftir nakrar sendingar hvarv tann kenslan, sigur Eyðvarður.

- Nú hugsi eg mest um, hvat eg sigi, í staðin fyri hvussu eg ljóði, sigur Torbjørn.

Videobrotið niðanfyri vísir, hví vit hoyra okkara egnu rødd øðrvísi enn umheimurin.

Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |