- Havi sett mær fyri at halda uppat

- Havi sett mær fyri at halda uppat
Skaldsøgan, Óendaliga Vera, hjá Marjun Syderbø Kjelnæs er júst komin út, men nú ætlar hon sær at gevast at skriva
22.06.2016 - 01:15

Nógv spent fólk leitaðu sær oman í Sjónleikarahúsið til bókaútgávuna hjá Marjun Syderbø Kjelnæs. Búi Dam spældi nøkur vøkur løg. Umboð fyri Bókhandlarafelagið segði nøkur orð. Og Marjun segði, at nú fór hon at gevast at skriva – í øllum førum vildi hon halda summarferiu. Men høvundurin lovar kortini einki.

 

- Mann skal aldri siga aldrin, sigur Marjun kortini, tá nøkur hjartasuff hoyrast.

 

Onkur ristir undir armin á Marjun og sigur, at hon fer ikki at klára at halda seg burtur frá skrivingini.

 

Tað er ivaleyst ein sannleiki í tí. Marjun hevur verið sera produktiv seinastu árini og hevur eisini roynt seg innan fleiri sjangrur. Hon hevur millum annað skrivað Tóm rúm, Skriva í Sandin og Opna. Í gjár kom Óendaliga Vera út, sum bleiv kosin besta samtíðarskaldsøga í kapping hjá Bókhandlarafelagnum. 

 

Búi Dam setti seg mitt á gólvið at spæla nakrar tónar

 

Marjun Syderbø Kjelnæs prátar um bókina og sigur, at hon ætlar sær at gevast at skriva. Man hon fara at klára tað?

 
 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.