Lions legan gevur tær upplivingar fyri lívið

Lions legan gevur tær upplivingar fyri lívið
- At vera á leguni er nokk eitt tað besta, eg havi upplivað. Mann kemur at kenna eina rúgvu av nýggjum fólki, ið eru úr ymiskum londum, sigur Gunnbrit Patursson
01.07.2016 - 00:30

Nógv seta ivaleyst Lions í samband við jólahugnan í viðarlundini ella Ólavsøkuframsýningina í Müllers pakkhúsi. Men Lions fæst við annað enn jólahugna og list.

 

Víðka sjónarringin við at læra um mentan

Hvørt ár eru ein rúgva av Lions-YCE legum kring heim, har ung úr øllum heiminum læra um og at respektera mentanina hjá hvørjum øðrum. Í summar verður ein lega í Føroyum.

 

Í ár fær Lions vitjan av 25 ungum í aldrinum 17-21 ár. Ta fyrstu vikuna, tey eru í Føroyum, búgva tey hjá einari vertsfamilju. Næstu tvær vikurnar er legan, har øll 25 búgva saman á Føroya Fólkaháskúla. Heitið á leguni er “Faroe Islands, raw and open nature”. Tær tvær vikurnar koma tey at vitja ymisk støð í Føroyum, ganga túrar, síggja náttúruna, læra um føroyska mentan o.s.fr.

 

Á leguni í Føroyum verður Gunnbrit Patursson eisini legu-assistentur, umframt at vera luttakarar. Hon fer at hjálpa til á leguni og er við í øllum virksemi og túrum, hjálpir gestunum við ymiskum praktiskum tingum, vegleiðing, o.s.fr.

 

- Vit vóru sum ein partur av familjuni

Tað er ikki fyrstu ferð, at Gunnbrit luttekur í eini Lions legu. Tað kemst heldur ikki av ongum. Upplivilsið er fantastiskt!

 

- Sjálv var eg á legu við Lions í 2014. Eg var í økinum Skåne, ið liggur í Svøríki. Teir fyrstu 4 dagarnar búðu eg og ein genta úr Hvítarusslandi hjá eini vertsfamilju. Vit búðu har, sum um at vit bara vóru ein partur av familjuni. Tey vístu okkum umráðið og tóku okkum við til vinfólk hjá teimum okkurt kvøldi at grilla, sigur Gunnbrit.

 

Mynd tá Gunnbrit var á Lions legu í Svøríki

 

Tá Gunnbrit hevði búð hjá eini vertsfamilju í nakrar dagar, fór hon á sjálva leguna.

 

- Á leguni búðu vit útí í skógini í smáttum. Dreingirnir í einari, genturnar í einari. Og so var eitt felagshús, har vit ótu saman. Meðan vit vóru á leguni, gjørdu vit eina rúgvu av stuttligum aktivitetum. Vit lærdu at spæla golf, koyrdu gokart og súkklaðu á einum gomlum tokbana á nøkrum súkklum. Eisini gingu vit túr í haganum og vóru í einari lund, ið var full í ymiskum stuttligum listaverkum, sigur Gunnbrit.

 

Myndir tá Gunnbrit var á Lions legu í Svøríki

 

- Nokk eitt tað besta, eg havi upplivað

Upplivingarnar eru nógvar, og samanhaldið millum tey ungu er ordiliga gott. Tað merkist serliga, at tey ungu knýta bond, tá dagurin kemur, har tey skulu venda nøsina heimaftur og siga farvæl.

 

- At vera á leguni er nokk eitt tað besta, eg havi upplivað. Mann kemur at kenna eina rúgvu av nýggjum fólki, ið eru úr ymiskum londum. At skula fara avstað aftur var ræðuliga keðiligt, eftir at hava verið saman við hesum fólkunum 24/7 í tvær vikur, og blivin so væl við tey, sigur Gunnbrit.

 

Mynd tá Gunnbrit var á Lions legu í Svøríki

 

- Eg haldi, at hesar legurnar eru eitt fantastiskt tiltak fyri ung. Um mann hevur kjansin, so er eingin ivi í, at mann skuldi farið. Mann fær eitt upplivilsi fyri lívið.

 

Vilt tú eisini luttaka?

Ert tú millum 17 og 21 ár og kundi hugsað tær at gjørt sum Gunnbrit, so hevur tú enn møguleikan at melda teg til leguna. Send ein mail til annfinnur@haskulin.fo. Sum føroyingur kanst bæði vera luttakari og hjálpa til á leguni. Legan er á Føroya Fólkaháskúla 9-23. juli 2016. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.