7 ráð ímóti timburmonnum

7 ráð ímóti timburmonnum
Vit vamlast øll um tankan av timburmonnum. Vit kenna øll kensluna aftan á ein býtúr, tað einasta tú vilt, er at grava teg niður og doyggja. Tú hevur hug at klíggja og hevur konstant vaml. Tað kennist, sum ein hamari dukar á høvdið
29.01.2017 - 17:15

Skrivað hevur: Tóra Pálsdóttir Isholm

 

Tað besta hevði nokk verið at ikki drukkið yvirhøvur, so sleppur tú 100% frá timburmonnum. Men ert tú ein av teimum, sum kanska hevur fingið sær eitt sindur for nógv av tí góða, so kunnu hesi ráð heilt sikkurt hjálpa.

 

1. Drekk nógv vatn
Ov nógv alkohol er heilt sikkurt orsøkin til tostan, tí er tað gott, um tú drekkur tvey til trý gløs av vatni, áðrenn tú fert í song aftan á ein býtur. Og tað er eitt must at hava eina kannu við náttarborðið, so hon stendur klár, tá tú vaknar.

 

2. Eta frukt
Et okkurt frískt, áðrenn tú fert at drekka alkohol, hetta er ógvuliga gott fyri kroppin. Tú nýtist ikki nakað serligt, tí bert nakrar appilsin skivur og ananas kunnu gera stóra munin. So er eisini gott við eitt sindur av c-vitamin.

 

3. Kips og keks

Et eitt sindur av kipsi ella keks tá tú vaknar. Hetta er perfekt til, tá tú hevur vaml og ikki orkar fyri mati við ovurstórum smakki. Kips ella keks er eisini perfekt at eta, tá tú ikki hevur hug til ein veldigan sunnudagsdøgurða.

 

4. Kaktus tablettir

Tey flestu meta kaktus tablettir vera tað reina hokus pokus, men persónliga haldi eg, at tær rigga hvørja ferð. Kaktus teblettir er kanska ein dýrur máti at sleppa undan timburmonnum, men um tú skal arbeiða dagin eftir ella í føðingadag, er hetta besti máti at fríska upp áðrenn.
 

5. Fríska luft

Aftan á ein býtúr vilt tú helst bara liggja inni. Men frísk luft er ræðuliga góð fyri kropp og sinn, eisini serliga um tú hevur ringa høvuðpínu. 

 

6. Salt
Hóast vatnmangul er størsta orsøkin til sjálvar timburmenninar, so er gott at eta salt eftir býtúrin. Lakres við salti, kips, keks, salt nøtur og góða gamla koppasúpan. Alt við salti er gott at eta aftan á ein býtúr við nógvum sukri og alkoholi.


7. Svøvnur

Allarhelst ert tú vaknað/ur fleiri ferð, tá tú hevur roynt at fingið tær ein blund. Hetta er tí, at alkohol órógvar svøvnin. Men royn og fá nakrar tímar afturat, tí kroppurin endurbyggir seg sjálvan skjótast, tá tú svevur.

 

Nú mangla vit bert at lekja teir moralsku timburmenninar.

 

Keldur: menshealth.com og www.buzzfeed.com

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.