- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tá Harry Potter 8 kom út...
Nógv høvdu bílagt bókina frammanundan fyri at tryggja sær hana, men tað lá væl fyri hjá handlinum, sum hevði so mikið av bókum, at tey flestu, um ikki øll, fóru glað heim at lesa.
Hetta er áttanda bókin í røðini um Harry Potter, men hon er rættiliga øðrvísi enn hinar sjey. Søgan snýr seg ikki um Harry, Ron og Hermione, men um børn teirra, tá tey byrja í Hogwarts. Eisini er bókin skrivað sum eitt leikrit, men tó stílað á ein hátt, so at hon er løtt at lesa. Frá bókhandlunum frættist, at bókin kemur á hyllarnar í næstum, og tá kunnu tey, sum ikki vóru til tiltakið í Rit&Rák, ogna sær hana.
Røddin ynskir øllum Harry Potter fjepparum ein góðan lesihug, og vit taka gjarna ímóti ummæli av bókini, um onkur er, sum longu hevur lisið hana.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |