Hvørjir eru hesir ymsu?

Hvørjir eru hesir ymsu?
Cliff Richard, Boyzlife og Highasakite – hvat hava hesir at bjóða uppá, og hvat kunnu vit serliga síggja fram til?
04.08.2016 - 21:30

Cliffurin

 

Maðurin er 75 ára gamal og sigur okkum ungu kanska ikki so nógv. Hann spældi við í bretska “The Shadows” í 50’unum, sum hittaðu í Bretlandi í 50’unum - áðrenn The Beatles byrjaðu at sláa ígjøgnum.

 

Summar Festivalurin lýsir við honum sum “størsta poppnavn í Føroyum nakrantíð.” Hann verður at hoyra í kvøld, hóskvøld, kl. 22.00 á Vágsbøi.

 

 

 

Boyzlife

 

Navnið er ein samanseting av “Boyzone” og “Westlife.”

 

Westlife verður umboðaður av Brian McFadden. Bólkurin er eitt írskt boyband, sum byrjaði síðst í 90’unum og hava síðan tá havt nógv stór hits. Nevnast kunnu “If I Let You Go” og “My Love.”

 

Boyzone er eisini ein írskur bólkur, og verða teir umboðaðir av Keith Duffy. Teir byrjaðu í 1993, nakað áðrenn Westlife. Allarhelst vóru teir fyrimyndir úr heimlandinum fyri Westlife. Ronan Keating, sum var á Summar Festivalinum fyri fáum síðani, var eisini við í Boyzone. Nakrir av teirra stóru sangum eru “All That I Need”, “No Matter What” og “Picture of You.”

 

 

 

Highasakite

 

Tað er ein indie-pop/rock bólkur úr Noregi. Bólkurin byrjaði í 2012 og hevur serliga seinasta árið havt undanvind. Bólkurin er ávegis uppeftir og hevur tónleik, sum fellir nógvum fólki lætt.

Í ár hevur bólkurin m.a. útgivið “Someone Who’ll Get It” og “Golden Ticket.”

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.