- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ver lokal/ur á SF
Húkurin
Um tú kemur úr Havn, Suðuroy, Vágum o.s.fr. við bili ella bussi, so ert tú ikki í Klaksvík, fyrr enn tú ert komin fram við húkinum. Hetta er húkurin í sanginum “Latið húkin standa” eftir Jákup Veyhe, og húkurin, sum varð miðdepil í stríðnum við Landsverk, um rundkoyringar skulu kunna hava list ella annað áhugavert, ið kann órógva bilførarar. Annars hevur eisini fyrr verið yrkt um húkin í Klaksvík. Annfinn Nielsen yrkti “Tí mangur maður hevur bannað, tað má ein og hvør ásanna, yvir henda lorta húk. Krøk hann í ein skiparabúk!”
Matvøruhandlar
Í Klaksvík er gott úrval av stórum matvøruhandlum og eisini av merkjum, ið eru kend aðrastaðni í landinum. Inn er beint við eitt av økjunum við kampingvognum í Klaksvíksgarðinum. Klaksvíksgarðurin er keiøkið beint við Leikalund, sum fyrr var Klaksvíkshandilin. FK er stóri, reyði bygningurin á Varpinum, tá tú ert komin fram við Effo, og Bónus liggur beint við húkin. Hevur tú hug at vera upp aftur lokalari, so ber til at fara í Heygabúðina, sum liggur nær við festivaløkið hinumegin skúlan. Har kanst tú keypa eina av Føroya bestu kjøtpylsum sum tinganest úr Klaksvík.
Matstovur
Seinastu árini hevur Klaksvík allarhelst fingið heiðurin fyri at hava flest grillir og pizzastøð fyri hvønn íbúgva. La Fiesta og Big Stan eru longu blivin partur av býarmyndini og selja pizza, burgarar o.s.fr. Pizzastaðið Hjá Frank liggur beint yvir av Eik í miðbýnum og letur upp nú á Summarfestivalinum. Carthage Steak og Restaurant Hereford er meiri fyri tey, sum vilja hava búff, ímeðan Bakaríið hjá Jórun umframt at selja breyð og køkur bæði hevur brunch, døgurða og pizzabuffet á Summarfestivalinum. Brunch byrjar kl. 8, døgurðin verður settur á borðið kl. 12, og pizzabuffet verður løgd aftrat døgurðanum kl. 15. Tey mest lokalu valini eru tó kanska ein tandoori frá McGrill lokalt kallað Makkurin og ‘kylling’ og chips frá Kjøbúðini, sum eisini verður kallað hjá Langaard. Langaard selir tó eisini eitt nú kjøt- og fiskafrikadellur til døgurða.
Plenan
Fótbóltsvøllurin í Klaksvík verður kallaður plenan. Hetta sigst vera best vitjaða stadion í Føroyum. Har koyra tey á KÍ. Á festivalinum spælir KÍ móti Skála fríggjakvøldið kl. 18.
Barrir og caféir
Roykstovan, sum síðani royking varð bannað á almennum støðum millum fólk hevur itið Stovan, er bíligt stað at sløkkja tostan. Stovan er eyðkend, tí grundin er málað við føroyskum landslagi. Málarin Niels í Horni er lokalur og sæst viðhvørt hyggja at verkinum. Maverick liggur beint við plenuna og er ógvuliga populer áðrenn dyst, í hálvleikinum, og aftaná, tá KÍ spælir heimadyst. Eisini vilja tey vera við, at tey hava besta høsnarungan í býnum. Seinnu árini eru eisini fleiri caféir latnar upp í Klaksvík. Café Fríða er kend fyri góðan brunsj og gularótakaku, ímeðan Jacqson ofta hevur livandi tónleik til langt út á náttina í vikuskiftum. Annars kann okkurt drekkandi eisini keypast í Rúsuni, sum nú er granni hjá Røktarheiminum við Vágna.
Kioskir
Um bilinum ella kampingvogninum manglar bensin, so er at fara á Effo ella Magn, ið hava alt tað tú ert von/vanur við at fáa á hesum støðum. Her fáast eisini franskir hotdogs og annar skjótur matur til keyps. Annars er eisini mangt og hvat at fáa í Kiosk700, sum er har, Kiosk Vár plagdi at vera.
Christianskirkjan
Her ber til at fara at fáa syndanna fyrigeving. Kirkjan eitur eftir danska konginum Christian X, tí kongur við tí treyt, at hon skuldi eita eftir honum syrgdi fyri einari millión til at byggja hana við. Kirkjan er bygd eftir ímyndini av neystum, tí Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaður Føroya. Eisini er kirkjan ógvuliga væl vitjað av ferðafólki og hevur eina tað kendastu altartalvuna í danska kongaríkinum, sum kendi danski málarin Joakim Skovgaard hevur málað.
Úti í Grøv
Úti í Grøv er ‘plantasjan’ í Klaksvík. At ganga út í Grøv er ein romantiskur túrur og eitt gott mið til eitt Summarfestivalsfríggj.
Svimjihøllin
Svimjihøllin í Klaksvík er sum eitt lítið baðiland við russjibana. Familjur úr øllum Føroyum koma norður við børnunum at svimja í vikuskiftum. Her fara festivalgestir ofta at fáa sær brúsubað.
Skaðastova og apotek
Í Klaksvík eru tey ógvuliga stolt av og góð við lokala sjúkrahúsið, og onkur hevur nevnt, at tað er grund til at loysa frá restini av Føroyum, um sjúkrahúsið skal leggjast niður. Hóast festivalurin plagar at hava samarittar, so kann vera hent at vita, hvar skaðastovan er. Um tú bert skalt hava eitt plástur, eina hít ella okkurt fyri høvuðpínu, so er Norðoya Apotek, ið liggur beint við kirkjuna, eitt betri mið.
Sjálvtøkur
Í Klaksvík eru tríggjar sjálvtøkur. Bank Nordik liggur beint yvir av Føroya Bjór, sum er stóri, hvíti bygningurin við veðrinum á. Hendan liggur best fyri, um tú ert ávegis í Stovuna ella at keypa í Kiosk700. Eik er á horninum, tá tú ert ávegis niðan í KÍ-høllina. Norðoya Sparikassi liggur beint uttan fyri festivaløkið. Teirra sjálvtøka er í einum grótbygningi beint yvir av Føroya Tele.
Ferja og bussur
Klaksvík hevur fyri ikki so langari tíð síðani fingið ókeypis býarbussar, og ferðætlanin sæst her. Eisini koyra bygdarleiðir um festivalin og steðga bæði við Húkin og á Varpabrúnni, sum er beint aftan fyri FK. Um tú hevur hug at síggja Kópakonuna, so siglir ferjan Sam, eisini haðani.
Kunningarstovan
Hevur tú fleiri spurningar, so er Kunningarstovan opin sum vanligt á Summarfestivalinum, hós- og fríggjadag 9-17, og leygardag 10-14. Uttan fyri kontórtíð er tað eisini eitt gott høvið at koma í samband við tey lokalu at spyrja tey, hvar hetta ymiska er. Eisini kanst tú spyrja tey, hvør maðurin á standmyndini omanfyri er. Hevur tú trupulleikar við at skilja lokala málið, so er ein vegleiðing her.
Góðan summarfestival!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |