- Svimjingin hevur leingi verið mítt lív

- Svimjingin hevur leingi verið mítt lív
Onkuntíð vandi Astrið Foldarskarð níggju ferðir um vikuna í hylinum, umframt tímar í venjingarhøli. Men nú er tað av. Unga kvinnan úr Rituvík hevur valt aðrar leiðir
10.08.2016 - 16:30

Tær fyrstu løturnar í hylinum var, tá Astrið bert var tríggjar mánaðar gomul. Hon plagdi at svimja saman við foreldrum sínum 1-2 ferðir um vikuna. Tá Astrið so gjørdist seks ára gomul, meldaði hon seg inn í Svimjifelagið Flot á Toftum.

 

- Mær hevur altíð dámt væl at sovmið. Áhugin kom longu, tá eg var smágenta, sigur Astrið Foldarskarð, sum nú í 16 ár hevur svomið. 

 

 

Um tannáringaaldur gerst ítróttur vanliga meira seriøsur, og tí er ikki nóg mikið av tíð til allar ítróttagreinar. Hetta var eisini galdandi fyri Astrið, sum mátti velja ímillum svimjingina og fimleikin. 

 

- Tá eg var 14 ára gomul, gavst eg við fimleikinum. Hetta var eg noydd til, um eg yvirhøvur skuldi satsa 100% uppá svimjingina. Tá byrjaði svimjingin av álvara at vera seriøs. 

 

 

LES EISINI: Tað snýr seg um at hava viljan

 

 

Svam og vandi fleiri ferðir um dagin

Svimjingin bleiv ikki bara eitt sindur meira seriøs; hon bleiv eisini sera krevjandi og inngrógvin partur av lívinum. Tá venjingin av álvara var í hásæti, vandi Astrið níggju ferðir um vikuna í hylinum, umframt eisini venjingatímar í venjingarhøli. 

 

- Eg vandi allar greinar. Frísvimjing, firvaldsvjiming, ryggsvimjing og bringusvimjing. Eg var sprintari, so eg svam ikki so nógv, sum onnur á liðnum gjørdu. 

 

 

- Besta upplivingin var til HM í Kazan

Astrið hevur svomið við føroyska svimjilandsliðnum í fleiri ár. Hon hevur sett fleiri føroysk met á teimum stuttu teinunum í frí og firvaldi, og umframt tað hevur hon eisini vunnið fleiri heiðursmerki á Oyggjaleikunum. Hon minnist aftur á løturnar í hylinum sum eina fantastiska uppliving, tí hetta hevur givið henni fleiri upplivingar, bæði uttanlands og her heima.

 

- Mín besta uppliving var at sleppa við til HM í Kazan í august mánaða í fjør, har heimsins bestu svimjarar vóru við, og nógvar av teimum síggja vit aftur í OL í Rio. Haraftrat var upplivingin, har eg fór til Oyggjaleikirnar í fjør, eisini ein fantastisk uppliving. Har vunnu vit 4x50m blandaða svimjing við einum nýggjum føroyskum- og oyggjaleiksmeti, greiðir Astrið Foldarskarð frá.

 

 

Fyri átta døgum síðani kunngjørdi Astrið Foldarskarð á sínum facebook-vanga, at hon fór at gevast. 

 

- Svimjingin hevur havt avbera stóran týdning fyri meg, og tí hevur tað als ikki verið lætt hjá mær at tikið hesa avgerð, sigur Astrið Foldarskarð við sorgblídni. 

 

 

Astrið roynir aðrar leiðir

Astrið fer nú at royna aðrar leiðir, sum eisini eru krevjandi, og tískil verður tað ov trupult, um svimjingin eisini skal hava pláss í gerandisdegnum. 

 

- Eg tók ta avgerð at flyta niður og byrja at útbúgva meg. Fyri meg blívur tað ov strævið at gera bæði, tíverri. Beint nú gleði eg meg at byrja á HF í Danmark. Hetta verður sostatt ein onnur avbjóðing, sigur Astrið Foldarskarð at enda. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.