Óli Mortensen: Tað snýr seg um at hava viljan

Óli Mortensen: Tað snýr seg um at hava viljan
Ídni svimjarin Óli Mortensen hevur ferð eftir ferð prógvað, at hann er ein sera góður svimjari. Hóast tað, hevur ungi havnadrongurin longu sett sær størri mál. Hann miðjar nevniliga ímóti at verða ein av luttakaranum til OL í 2016.
29.04.2014 - 14:30

Vekjarin ringir beint áðrenn klokkan 05:00, og Óli fer upp. Tað er vanligur skúladagur. Um hesa tíðina liggja flest allir aðrir tannáringar og sova, men hjá Óla er tað øðrvísi. Um hetta mundi er hann við at gera seg kláran til svimjiveningina, sum hann skal til, áðrenn farið verður oman í Hoydalar, har Óli gongur á øðrum ári.

 

-Fyri at gerast góður, er viljin tað týdningarmesta. Ein má ofra alt, sum til tíðir kann vera hart, greiðir Óli frá. Gerandisdagurin má lagast til svimjingina, har eg bæði má hugsa um kost, svøvn og venjing av ymsum slag. Eisini má eg vera uppmerksamur uppá at viga tað eg skal, hava vøddarnar í lagi og hava eina ávísa mongd av feitti.

 

Óli byrjaði sum 7 ára gamal at ganga til svimjing. Tá hugsaði hann als ikki um, at hann fór at gerast so íðin, sum hann er í dag. Í dag eru venjingarnar ikki fáar í tali. Óli venur so mikið sum 9-10 ferðir um vikuna, og harafturat styrkivenjing tríggjar ferðir um vikuna. Av tí at venjingarnar eru so nógvar og tíðarkrevjandi, hevur Óli valt, at taka sína miðnámsskúla útbúgving uppá fýra ár.

 

- Svimjingin er nakað, eg veruliga brenni fyri og samstundis nakað mær dámar ótrúliga væl. Alt snýr seg jú um meg, tí tað er ikki nakað beinleiðis lið, sum eg skal arbeiða saman við, greiðir Óli frá. Tað at kappast ofta, og ikki minst tað at kappast við meg sjálvan, ger, at eg gjarna vil halda áfram og allatíð arbeiða fram ímóti at gerast enn betri.

 

Óli hevur luttikið í nógvum kappingum, so sum juniorkappingum, har hann hevur svomið seg til tvey bronsu heiðursmerkir. Haraftur hevur Óli luttikið í Evropa meistaraskapinum, sum eisini er tann stórsta kappingin, hann nakrantíð hevur luttikið í.

 

Óli hevur tillaga sín gerandisdag eftir, hvat svimjingin krevur av honum, og viðhvørt kann hetta eisini vera hart. Ofta verður Óli noyddur at raðfesta svimjingina heldur enn tað sosiala lívið.

 

-Onkuntíð kann eg gerast eitt sindur irriteraður, tá ið øll míni vinfólk fara í ball, og eg ikki fái luttikið orsakað av svimjingini. Eitt nú var eg eisini noyddur til at droppa námsferðina, av tí eg skuldi venja. Men tá tað kemur til stykkis, er tað svimjingini, eg veruliga brenni fyri, og eg verði noyddur at góðtaka, at tað eisini hevur sín prís. Um summarið og á jólum sleppi eg tó at ballast saman við vinfólkunum, so eg havi altíð okkurt at gleða meg til, sigur Óli.

 

Spurdur um, hvat hann ætlar sær í framtíðini, svarar hann:

Eg fari nokk at lesa víðari, men hvat, veit eg ikki enn. Eg fari uttan iva at halda áfram við svimjingini og fari nokk at venja meira, enn eg geri nú. Tað allarfremsta málið beint nú er at kunna luttaka á OL í 2016.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.