Minnist tú gomlu teknifilmsrøðirnar?

Minnist tú gomlu teknifilmsrøðirnar?
90'ara børn elskaðu at síggja teknifilmsrøðirnar Johnny Bravo, Powerpuff Pigerne og Dexters Laboratorium. Lít aftur á tær og aðrar við
01.10.2016 - 11:00

Røddin hevur savnað nakrar av teimum gomlu teknifilmsrøðunum, ið serliga vórðu vístar á sjónvarpsrásini Cartoon Network.

 

 

 

Dexters Laboratorium

Øll minnast teknifilmsrøðina um gløgga Dexter, sum ger alt fyri at halda systur síni “Dee-Dee” vekk frá sínum loyniliga laboratoriumi.

 

 

 

Frygtløs den frygtsomme hund

Lítli ljósareyði hundurin, sum í ironi verður kallaður “Frygtløs”, mátti standa sínar royndir móti skrímslum, ólukkum, náttúruvanlukkum og øðrum, ið hundurin óttaðist.

 

 

 

 

Johnny Bravo

Damurevurin Johnny Bravo, ið ger alt fyri at fáa fatur á damum, hevur ongantíð eydnuna við sær, tí hann endar altíð við at verða avvístur.  

 

 

 

 

Ko og Kylling

Kúgvin Ko og stóribeiggi hennara, Kylling. Foreldur teirra eru menniskju, og hyggjarin slapp bara at síggja beinini á teimum. Ævintýraferðirnar hjá Ko og Kylling vóru altíð stuttligar og óvæntaðar.

 

 

 

 

Ed, Edd og Eddy

Teir tríggir Ed, Edd og Eddy vóru nakrir sera stuttligir serlingar, ið funnu uppá ymsar løgnar hættir at lumpa hini børnini í grannalagnum til tess at fáa pengar til halt-kjaft bomm.

 

 

 

 

Naboernes børn

Fimm djørv børn við hvør sínum eginleikum, ið hava gjørt ein loyniligan klubb við einum serligum endamáli: At fría øll børn undan foreldranna harðræði!

 

 

Powerpuff Pigerne

Blomst, Bobbel og Bellis, sum professarin Utonium skapti, stríðast ímóti øllum kriminalitetinum, ið bandittar so sum Mojo Jojo framdu. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.