Stjal stílin: Noora Sætre, Skam

Stjal stílin: Noora Sætre, Skam
Reyðar varrar og mom jeans. Ja, vit stjala stílin hjá Nooru úr Skam!
11.10.2016 - 17:45

Helst allar, ið hava sæð norsku ungdómsrøðina Skam, høvdu ynskt, at tær áttu alt í klædnaskápinum hjá sjarmerandi Nooru, ið er høvðusleikluturin í sesong 2.

Vit hava funnið nøkur av teimum lekkrastu klædnasettunum hjá Nooru, so tú kanst fáa eitt sindur av íblástri. Um tú eigur eitt par av leysum kovboybuksum, ert tú væl á veg!

 

 

Smyrsl

Hennara sera einkla look er als ikki torført at náa. Hon brúkar onki eygnasmyrsl og eiheldur nógv til kjálkarnar. Reyðar varrar og flottar natúrligar brýr er lykilin.

 

Varrar: Dior Rouge Couture Colour í litinum 999 fæst í Matas ella reyða varrastiftin Eternity frá Make Up Store. Um tú ert meira til liquid lipsticks, selja Kylie Cosmetics ein ríkan reyðan lit, ið eitur Mary Jo K.

Brýr: L´Oréal Brow Artist Genoius Kit fæst í Matas. Tað er ein av teimum kendaru eygnabrúmsvørunum, ið ikki kosta ein bóndagarð. Eisini selur Make Up Store eygnabrúmsputur, ið eitur Tri Brow. Har fært tú ein heitan ljósan lit, ein ljósabrúnan kaldan lit og ein svartan.

 

 

Knappablusa, mom jeans og brúnt belti

Blusuna og beltið finnur tú á Asos (vørunr. 927859 og 883300). Buksurnar finnur tú á Monki (vørunr. 530600201501).

 

 

Knappablusa og reyðar varrar

Blusuna finnur tú á Asos (vørunr. 754498).

 

 

Hvít troyggja, mom jeans og svart belti

Blusuna finnur tú á Boohoo (vørunr. DZZ79523), og beltið finnur tú á Asos (vørunr. 923482).

 

 

Gráur toppur og svart scrunchie

H&M Basics gráur toppur og svart scrunchie-hárlastikk frá Urban Outfitters (vørunr. 5756230470001).

 

 

Svartur toppur, mom jeans og brúnt belti

Toppin kanst tú finna á Asos (vørunr. 825507). Buksurnar og beltið er tað sama sum á hinum myndunum.

 

 

Gul turtleneck, svartir seðlar og svartar klædningsbuksur

Troyggjuna, seðlarnar og buksurnar kanst tú finna á Asos (vørunr. 906658, 666881 og 723444).

 

 

Kongablá turtleneck

Bodystokkin finnur tú á Asos (vørunr. 892684).

 

 

Hvørjum skulu vit stjala stílin hjá næstu ferð?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.