- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klumma: Passivir borgarar eru vandamiklir fyri fólkaræðið
Skrivað hevur Dávid Fossdalsá
Dávid Fossdalsá hevur skrivað eina klummu um passivar borgarar, demokrati og familju dynastiir í Føroyum
Asta Hansen, samfelagsfrøðingur, og Olgar Nielsen, formaður í PolUng, sum er samtakið fyri føroysk politisk ungmannafeløg, fílast á vantandi ungdómsvalevni á listunum til býráðsvalið í novembur. Tey leggja bæði tvey áherðslu á, at hetta onkunsvegna er ódemokratiskt, tí politikkur ávirkar framtíðina, og tískil tað samfelagið, ið ungir føroyingar koma at mynda og liva í seinni í lívinum. Hugsast kann tí, at vantandi áhugin millum ung at stilla upp hevur negativa ávirkan á framtíðardemokratiið hjá okkum sjálvum. Men er hetta einasti vandin fyri føroyska demokratiið?
Fyrsti spurningurin er, hví ung fólk ikki luttaka meiri aktivt í okkara demokratii?
- Eru tey uttanlands?
- Hava tey ikki áhuga?
- Sleppa tey ikki framat?
- Tíma tey ikki?
- Verða tey ikki tikin seriøst?
Orsøkirnar eru allarhelst nógvar og fjølbroyttar, men tað er 100% eitt demokratiskt niðurlag, at áhugin fyri politikki ikki er nóg stórur millum ung, tí eitt demokrati stendur og fellur við áhuganum at luttaka í samfelagum. Tískil lýsa nakrar demokratiskar ávaringarlampur, tá áhugin ikki er stórur.
So er viðkomandi at spyrja, um Føroyar hava eina framtíð sum demokrati, ella er politikkur kanska ein elitærur klubbur fyri ávísar politiskar familjudynastiir kring landið?
Politiskur litur
Einaferð spurdi ein etableraður politikari meg, hvørjum politiskum ungmannafelag eg var limur í, tí hon fingið við, at eg hevði stóran áhuga fyri politikki. Tá eg fortaldi henni, at eg ikki var partur av nøkur politiskum ungmannafelag, tí eg ikki kendi meg umboðaðan av nøkrum teirra, flenti etableraði politikkarin heldur háðandi, tí mann “mátti also vita, hvørjum flokki mann var partur av”.
Summi ung hava altso áhuga fyri politikki. Men hevur tú ikki valt tær politiskan lit, so eru ikki nógvir møguleikar at savnast við øðrum ungum við politiskum áhuga at kjakast. Eg havi so ongantíð havt áhuga bert at møtast og kjakast við fólk, ið hava líknandi sjónarmið sum eg, men heldur fólk við fjølbroyttum hugsjónum, ið liggja langt frá mínum egnu, tí tað er eftir mínum tykki soleiðis, tú lærir at hugsa fram um tína egnu nøs og síggja nýggjar møguleikar og samstarv, og tað haldi eg vera rættiliga neyðugt í einum demokratii.
Og so er tað signalvirðið í at áhugi fyri politikki merkir, at tú næstan mást lima teg inn í eitt politiskt ungmannafelag. Er tað rætta signalið at senda ungdómi, at tað er flokspolitikkur og at gerast limur í einum politiskum flokki, sum dentur verður lagdur á heldur enn demokratiska kjakið og tað at gerast ein góður, demokratiskur borgari? Er tað rætti vegurin at fáa góðar, kritiskar og demokratiskar borgarar við áhuga fyri politikki bert at hittast við øðrum við júst somu politisku áskoðanum – ella kanska júst somu politisku áskoðanum sum foreldrini - fyri bert saman at staðfesta, at vit hava rætt?
Familju dynastiir
Nú vit eru við foreldur, so sæst skjótt, um mann fylgir eitt lítið sindur við, at ávísar familjur hava verið í politiska landsslagnum í langa tíð - eingi eftirnøvn nevnd, og eingi gloymd. Spurningurin er tískil, um vit hava etableraðar politiskar familjudynastiir í Føroyum, har valdið og hugsjónir ganga í arv frá einum ættarliði til tað næsta. Seinast eg kagaði í eina samfelagsfrøðibók var hetta ikki nakað, ið átti at eyðkent eitt demokrati, men heldur heilt aðrar stýrishættir, sum vit vanliga næstan seta í samband við tað ónda her um leiðir. Tað plaga vit forrestin eisini at gera við lond, har tú einans kanst vera politiskt aktivur, um tú ert limur í einum flokki. Men sum fransmaðurin segði, so fær eitt fólk, tað stjórn, tað hevur uppiborðið.
Kjakmentan?
Ja, tað er avgjørt ein trupulleiki, um ung ikki hava áhuga fyri politikki, men er tað ikki eisini ein trupulleiki fyri eitt demokrati, um politiska kjakið bert er innanhýsis í flokkunum og í ávísum familjum? Tað eggjar í øllum førum ikki til almennan áhuga fyri stóra meirilutan av ungdóminum, og tað sæst sera væl aftur í kommunuvalinum í ár, tí fá ung stilla upp, og fleiri sum gera eru partar av avísum familjum, meðan onnur hava myndað ungmannafelagið. Eru tað fá ung, sum stilla upp, ja, so eru tað kanska enn færri, sum kjakast um kommunal mál, og kommunuvalið sum heild. Ikki eingong á Facebook, ið tykist vera tann aktivasti kjakmiðilin, síggi eg nakað serligt kjak um kommunuvalið - og serliga ikki ímillum ung.
Hetta leiðir so víðari til ein annan spurning: duga vit tað grundleggjandi demokratiska handverki nóg væl? Duga vit at kjakast? Okkara kjakmentan sær ikki út til serliga væl ment, tí vit tykjast leggja størri dent á at bólka okkum saman við einshugsandi, heldur enn at kjakast fyri at læra nakað, gerast meiri tilvitað um aðrar hugsanir og tískil fáa eina breiðari fatan av, hvat rørir seg í samfelagnum.
Tá politisku flokkarnir eru partar av einum kjaki, virkar tað ofta sum um, at flokkarnir bert hava eittans endamál, og tað er at “vinna kjakið” á mótpartinum og undirhalda fjøldini, meðan áhoyrarin passivt hyggur at, kanska klappar viðhvørt og setur onkran spurning. Er endamálið við einum kjaki ikki, at tað skal vera uppbyggjandi og læruríkt, og at tað onkunvegna letur nýggjar dyr upp fyri samstarvi, tá partarnir hava greitt frá teirra sjónarmiðum, ella er endamálið bert at vera ósamdur fyri partú at skula leggja sjógv ímillum flokkarnar? Samstarv og sær so ikki út til at vera eitt lyklarhol, orsaka lyklaorð, í føroyska samfelagnum, og eg haldi eisini, at tað sæst aftur á politiska vígvøllinum.
Aktivir demokratar?
Um tað eru vantandi samstarvsevnini, ið skapa passivar samfelagsborgarar skal eg ikki gera meg klókan uppá, men eitt er vist, og tað er at ov nógvir passivir borgarar eru beinleiðis vandamiklir fyri eitt fólkaræði, tí A) teir stilla ikki upp, og gera tískil ikki sína borgaraskyldu, og b) teir luttaka ikki aktivt í samfelagskjakinum, og gera ikki sínar áskoðanir til kennar, og avgerðir vera tískil tiknar uttan um teir, sum teir síðani grenja um við hús og millum vinir og kenningar, sum heldur ikki hava gjørt seg galdandi í kjakinum. Og um hesir borgarar í størri og størri mun longu gerast passiv sum ung, so er okkara demokrati ávegis í søguna.
Spurningurin er so, hvussu vit fáa aktivera hesar passivu borgararnar, tí tað er neyðugt fyri at varðveita okkara demokratisku skipan. Finst loysnin í skúlaskipanini, í sofuni heima við hús ella í politisku umhvørvinum kring landið? Allarhelst hevði tann besta loysnin verið ein samanrenning av omanfyri nevndu bólkum umframt øðrum, men um politisku dynastiirnar í Føroyum hava áhuga í hesum er tó meiri óvist, tí meiri aktivir samfelagsborgarar merkir eisini harðari kapping um politisku sessirnar og tískil teirra familjuarv, so kanska skuldu eg og onnur við áhuga fyri politikki bara gift okkum inn í eina politiska dynasti og styrkt hana.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |