- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klumma: Ein atkvøða er meira enn ein Iphone
Skrivað hevur: Sólveig á Torvlaðnum
Seinastu mánaðirnar havi eg lagt til merkis valstríðið, ið hevur verið ført ígjøgnum miðlarnar á netinum. Hetta er ein nýggjur og snildur máti at føra sína valkampagnu uppá. Tað er bæði gott og ringt. Tað er skjótt, og tú kanst røkka langt við hesum. Tað er lættari at fáa teir yngru veljararnar við og eisini nógv lættari at fáa fólk at lurta. Men tó verða miðlarnir eisini nýttir á ein býttan og manipulerandi hátt, sum ger, at tað kann ganga heilt galið hjá politikarunum.
Lat vera við at senda mær vinarumbøn á Facebook
Ungdómurin fer ikki at stemma uppá teg, tí at tú fylgir teimum á instagram ella spyr tey sum vin á Facebook. Ungdómurin fer ikki at stemma uppá teg, tí at tú burturlutar eina Iphone ella tí, at tú skrivar teimum eina føðingardagsheilsan á Facebook. Ungdómurin velur tey, ið taka kommunalpolitikk í álvara. Og tey, ið taka kommunalpolitikk í álvara, royna ikki at sníkja seg til nakrar lættar stemmur við at lata sum um, at tey eru góðir vinir við teg á netinum.
Eg ivist í, um eg tími at nevna Iphone burturlutanina aftur av tí, at hon er so láturlig, men nú geri eg tað kortini. Tá eg las á Facebook, at ein, ið stillar upp fyri lista B, burturlutaði eina Iphone 7 til ein vinnara í sambandi við kommunuvalið, hevði eg hug at flenna. Ein kann ikki taka ein slíkan persón í álvara, hatta er tann mest eyðsýnda manipulatiónin, sum eg havi sæð leingi. Hetta vísir á eina leið, ið valkampagnur í Føroyum eru við at fara, og eg vóni av øllum mínum hjarta, at hetta verður einastu ferð, sovorði fjas verður. Men so allíkavæl, hvat skalt tú annars gera, tá tú eingi góð argument hevur eftir?
Ungdómurin leggur í meira enn bara lestraríbúðir
Tað einasta, ið politikararnir hava at bjóða ungdóminum, eru lestraríbúðir og betri lestrarumstøður. Hetta er eisini sera týdningarmikið. Tað er virkuliga ikki serliga feitt at skula koyra úr Vágunum til Havnar hvønn morgun at ganga í skúla, tí hevði tað verið super at havt fleiri bústaðarmøguleikar í Havnini. Men tað er virkuliga heldur ikki serliga feitt at fáa sær eina lestraríbúð í einum býi, sum osar av skitti. Kloakksystemið er eisini eitt týdningarmikið evni at taka upp, tá vit tosa um kommunalpolitikk. Tað ávirkar okkum øll, og sjálvandi tímir ungdómurin heldur ikki at vera eitraður av tí alt ov vánaliga kloakksysteminum, sum vit hava í Havn.
Ungdómurin hevur eisini ommur og abbar, so sjálvandi er eldrarøkt eisini eitt áhugamál.
Ungdómurin verður ofta sæddur sum ein málbólkur, ið er lættur at yvirbevísa og manipulera. Men soleiðis er tað yvirhøvur ikki. Ungdómurin er skilagóður, og tey leggja líka nógv í okkara góðu kommunu og øll viðurskifti, ið hoyra har til – júst sum tey “vaksnu”.
Manglandi fjølbroytni í kommununi
Ein kommuna skal vera umboð fyri borgararnar í henni, og tí er tað ikki gott nokk, um allir bólkar ikki verða umboðaðir ordiliga. Um bara skalluttir menn stilla upp og verða valdir, liggja hinir bólkarnir eftir og verða yvirsæddir. Av teimum fimm ungu valevnunum er eingin av teimum ein skilagóð, ung havnadama. Eg kenni sjálv nógvar, og tað gert tú heilt vist eisini. Men hví stillar eingin av teimum upp til kommunuvalið?
Hugburðurin ímóti ungum kvinnum í dag er enn, sum hann hevur verið seinastu 20 árini. Fordómar verða lagdir á serliga ungar kvinnur, og tí velja tær ikki at stilla upp. Tí hvør tímir at stilla upp, um eingin lurtar eftir tær kortini?
Røddin hjá ungum í 14-18 ára aldrinum liggur og rotnar sum ein deyður hestur í haganum, av tí at Tórshavnar ungdómsráð ikki hevur nakra ávirkan longur. Tað ger eisini, at ein bólkur, sum einaferð skuldi takast í álvara, verður fullkomiliga yvirsæddur og gloymdur. Ungdómurin er framtíðin, hví í allari víðu verð verður hann ikki tikin í álvara?
Atkvøðurnar hjá ungdóminum eru ikki tær lættaru atkvøðurnar at fara eftir. Tær kunnu ikki keypast við eini Iphone ella vinnast við einari lættari yvirbevísing um, at tú skjótt kann flyta til Havnar. Men heldur við hjartamálum, ið fevna um allar borgararnar í kommununi.
Vit hava fyrr latið rødd ungdómsins í hendurnar á teimum vaksnu politikkarunum, og tá fingu vit Tórshavnar ungdómsráð, úrslitið var har eftir. Null. So eftir er bert at vóna, at tá valdagurin er av, er ein umboðandi ungdómin valdur inn.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |