- Tíðindi, mentan og ítróttur
P-pilla til menn?
Vanligar p-pillur til kvinnur verða skjótt farin tíð! Granskarar hava gjørt eina nýggja 'pillu', ið ger at sáðkyknur ikki klára at svimja (og tí ikki klára at gita eitt egg).
Granskarar á Wolverhampton University hava skapt ein slag av heilivági, ið verður tikið sum eitt næsaspray, og virkar líka sum ein p-pilla hjá kvinnum. Heilivágurin riggar um ein tekur hann nakrar fáar minuttir áðrenn samlegu, og riggar í fleiri dagar aftrat.
- Úrslitini eru fantastisk - og virka næstan beinanvegin. Um tú hevur sunt sáð og tekur okkara produkt, fær sáðið ikki flutt seg eftir nakrar heilt fáar minuttir, sigur John Howl, professari og leiðari av granskingini.
Nýggi fyribyrgingarhátturin kemur tó ikki til sølu fyrr enn í 2021.
Kelda: Daily Mail
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |