- Nú havi eg ráð at skriva meir

- Nú havi eg ráð at skriva meir
- Eg var ordiliga glað, bilsin og fegin, tá eg fekk at vita, at eg var tilnevnd
19.09.2016 - 20:45

Tann 29. august fekk dugnaliga listakvinnan, Rakel Helmsdal, virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir fyri bókina "Hon, sum róði eftir ælaboganum".

 

Hvussu er at hava fingið virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir?

- Tað er ordiliga spennandi og stuttligt, men tað er fyrst og fremst fantastiskt, tí so hevði bókin "Hon, sum róði eftir ælaboganum" møguleika fyri at verða umsett, í hvussu er í Íslandi og Grønlandi. Hon er longu umsett til danskt, so at úrvalsnevndin kundi lesa hana. Eitt annað, ið eisini er fantastiskt við at hava vunnið virðislønina, er, at nú havi eg ráð til at skriva meir.

 

Hevði tú kunnað fortalt okkum eitt sindur um hesa virðislønina?

- Føroyar, Ísland og Grønland eru við í Útnorðurráðnum. Saman hava londini avgjørt at gera eina virðisløn fyri at stuðla høvundum, ið skriva á hesum málum og at skapa sambond millum londini gjøgnum bókmentirnar. Børn og ung í hesum londunum skulu kunna lesa bøkur úr hinum londunum og soleiðis kenna seg nærri skyld. Virðislønin verður handað annað hvørt ár, og tað eru nógvar bøkur, ið eru við í metingini. Ísland hevur tó vunnið oftast, tí nógv fleiri bøkur koma út í Íslandi enn í Føroyum og Grønlandi.

 

Hvat er bókin hjá tær "Hon, sum róði eftir ælaboganum" um?

- Hon er um eina unga kvinnu, ið hevur eitt trupult lív. Hon er í uppvøkstrinum forsømd kensluliga. Bókin er bygd upp við fleiri ymsum søgum um persónarnar kring hana, og allar vísa á orsøkir, ið gera, at hon fær hug at taka sítt egna lív. Tað ætlar hon at gera við at rógva út á opið hav og síðani blaka árarnar fyri borð.

 

Hvat var tín fyrsti tanki, tá tú fekk at vita, at tú varð tilnevnd virðislønina?

- Eg var ordiliga glað, bilsin og fegin, tá eg fekk at vita, at eg var tilnevnd, men tá eg vann! "Waaaauuw," hugsaði eg bara. Tá mann er upp ímóti Íslandi, so er tað næstan ógjørligt at vinna.

 

Kunnu vit vænta okkurt meira skrivligt frá tær í nærmastu framtíð?

- Nærmastu framtíð kann mann ongantíð lova, tí fyri tað fyrsta tekur tað langa tíð at skriva eina bók, og fyri tað næsta tekur tað eisini langa tíð, tá forlagið skal viðgera bókina. Men sjálvandi hoyra tit frá mær aftur.

 

Hevur tú at enda nøkur góð ráð til ungar rithøvundaspírar har úti?

- Eg havi so nógv, men eitt er, at mann bara skal halda á at skriva, hóast tað ikki er lætt, og ikki vanta at nakað er liðugt, bara tí tað er skrivað eina ferð. Jú oftari tú skrivar umaftur, jú betri verður tað. Og so at finna sær skriviskeið og at tosa við onnur, ið eisini skriva.

 

Rakel og bók hennara, "Hon, sum róði eftir ælaboganum"

 

Røddin vil ynskja Rakel hjartaliga til lukku við flottu virðislønini!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.