Mynd: úr filminum Stina Karina
Geytafilmar og onnur tiltøk í NLH
Í kvøld verða Geytafilmar og aðrir føroyskir filmar vístir í Norðurlandahúsinum, men Norðurlandahúsið hevur eisini nógv annað spennandi at bjóða í januar
17.01.2016 - 06:00

Januar mánaður í Føroyum er ofta rættiliga myrkur, kaldur og óintressantur. Jólini eru júst farin framvið, útisetar aftur farnir av landinum, og mappan er ógvuliga svong eftir allar seðlarnar, hon mátti spýta út til høgtíðina. Men stúr ei.

 

Í kvøld ber aftur til at síggja filmarnar, sum vóru í uppskoti til virðislønina Geytan í 2015. So stórur áhugi var fyri Geytakvøldinum, at Norðurlandahúsið hevur gjørt av at vísa allar 10 Geytafilmarnar umframt aðrar føroyskar filmar – onkur teirra hevur ikki verið sýndur alment fyrr. Sýningin er ókeypis og byrjar kl. 18.00 í kvøld í Norðurlandahúsinum. Á skránni verða:

 

Annika Dalsgaard: Óvissa

Trygvi Danielsen: Fuck it

Tommy Flavin: Driving to Thule

Kristopher Paterson: Inside Out

Caro Palm: Jóhan

Sebastian Cordes: The Tourist

Viana Mikkelsen: Sofia

Anton Petersen: Balada

Franklin Henriksen og Rúna Ingunardóttir: Alda

Ása Pálsdóttir & Rebekka Eliasen: At liva við tí

Leo Lávík: Birting

Rói Davidsen: Mítt navn er Adam

Dávur Djurhuus: Gakk tú tryggur

Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge: Tunnan

Sára Wang og Maria Winther Olsen: Slitið saman

Sunniva Sundby: Boys

Andrias Høgenni: Stina Karina

Heiðrik á Heygum: Dalur

 

Norðurlandahúsið skipar eisini fyri øðrum áhugaverdum tiltøkum í januar, og eru fleiri teirra eisini ókeypis.

 

Tónleikarar á veg - rútmiskt
Í dag kl. 16.00. Hetta er fyrsta konsertin av trimum, har ungir, dugnaligir tónleikarar úr Tórshavnar musikkskúla vísa síni kynstur. Atgongumerki 80 kr.

 

Barnadansur
22. januar kl. 20.00 skipa Norðulandahúsið og Dansifelagið í Havn fyri barnadansi, ið er eitt afturvendandi tiltak, har bæði børn og vaksin læra seg kvæði og dansa føroyskan dans. Tiltakið er ókeypis.

 

Fimleikafagnaður
24. januar kl. 15.00 og 18.00. Hesa ferð fara fleiri hundrað fimleikarar at lýsa evnið ‘ein leið’ við rørslum, ljósi og ljóði. Atgongumerki 150 kr., men børn 13 ár og yngri rinda bert 50 kr. til sýningina kl. 15.00.

 

Stuðulsstovan
25. januar kl. 10-15. Hevur tú sjálv/ur hug at fara undir eina mentanarverkætlan? So ber nú til at fáa persónliga vegleiðing til at søkja stuðul. Bíleggið tíð á inger@nlh.fo.

 

Orkesturdagar – konsert
26. januar kl. 19.30. Á hvørjum ári savnast eini 150 blásarar úr Tórshavnar musikkskúla til samanspæl, og er konsertin úrslitið av hesum samanspæli. Atgongumerki 50 kr.

 

Vetrarjazz
28. januar – 31. januar. Hesar dagarnar verður umframt í Norðurlandahúsinum eisini vetrarjazzur í øðrum spælistøðum í Havn. Sí skrá her.

 

Kópakonan
28. januar kl. 19.30. Kópakonan er nýtt verk, ið Eivør, DR Bigband og DRVokalEsemblet fara at framføra. Konsertin er útseld.

 

Jazz seinnapartur
30. januar. Ókeypis atgongd.

Kl. 14.00: Sangarakonsert við Mads Mathias, Jensinu Olsen, Højgaard Sisters o.ø.

Kl. 15.00: Sturle Dagsland

Kl. 16.00: Konsert við verkstovuluttakarum, m.a. musikkskúlanæmingum og hornorkesturlimum.

Tiltakið endar við festligari skrúðgongu oman í miðbýin.

 

Kagadim barnajazzur
31. januar kl. 15.00. Jazzkonsert við Búa Dam og Dánjali á Nestabø. Atgongumerki 50 kr.

 

Les meira og keyp atgongumerki á www.nlh.fo

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.