Stílurin eftir Rasmus Árting

Stílurin eftir Rasmus Árting
- Eg blandi ofta fína merkivøru við t.d. second hand, nýggj trends við okkurt retro, tíðarleyst/traditionelt við okkurt alternativt, litir og mynstur – onkuntíð riggar tað - onkuntíð riggar tað ikki!
12.12.2016 - 22:00

Myndatøka og lagt til rættis: Alda Mohr Eyðunardóttir og Vár Samuelsen

 

Gongur tú uppí hvørjum klæðum tú ert í?
- Ja og nei. Tað kann ofta hava nógv at siga, hvørjum ”mood” man er í tann dagin. Men sjálvt um tað er ein dagur, har eg kanska helst vil ganga í joggingbuksum og einari hettutroyggju, kann eg væl finna uppá at ”peppa” tað upp við onkrum, t.d. einum kulum joggingbuksum, einum feitum skóm ella einari óndari hettutroyggju!


Hvar fært tú íblástur frá?
- Vanliga liggja mótabløðini hjá mammu runt í hvørjum hjørni í húsinum, so um eg vil tað ella ei, fái eg nokk íblástur har frá. Av tí at mamma mín er designari og hevur ein klædnahandil, so hevur móti sum oftast verið heilt nær frá byrjan av. Mótin er bara í bakgrundin, sjálvt um vit ikki ganga so høgt uppí tað.
 

Hvar keypir tú klæðir? 
- Tað mesta av tí, eg eigi, er keypt uttanlanda, og eg eri nóg heppin til at fáa okkurt heim við, tá eg sjálvur ferðist, ella tá mamma hevur verið uttanlanda. Tó kann eg ikki siga, at eg eri ein, sum keypir ofta nýggj klæðir - eg royni heldur at seta tað saman, sum eg eigi, á ein nýggjan og kulan hátt. Eg brúki sera nógv nýggju pløggini, sum eg fái, um tað er jakkar ella skógvar, so slíti eg tað altíð upp – slitin klæðir eru ofta nice! Sjálvandi er tað eisini gott at eiga nøkur tíðarleys pløgg, sum rigga saman við øllum! (Onkuntíð keypi eg sjálvandi eisini á netinum!)


Hvussu hevði tú lýst tín stíl? 
- Eg vil siga, at eg havi ein sera blandaðan ella heldur mixaðan stíl. Mær dámar væl at eksperimentera við klæðunum. Eg blandi ofta fína merkivøru við t.d. second hand, nýggj trends við okkurt retro, tíðarleyst/traditionelt við okkurt alternativt, litir og mynstir – onkuntíð riggar tað - onkuntíð riggar tað ikki! Men sum heild er stílurin hjá mær sera skiftandi, og mær dámar væl at broyta hann og gera hann til mín egna, heldur enn at fylgja onkrum stíl-ikon ella ganga í tí, sum er mainstream.

 

Hvat er títt næsta keyp?
- Mítt næsta keyp var faktiskt ein leður/biker jakki úr London, sum eg skuldi fáa til jólar, men tað er ein heldur stuttlig søga aftan fyri, hvussu eg fekk hann so tíðliga. Sum nú er, veit eg ikki heilt, hvat næsta keypið verður - eg fari óivað at mixa nýggja leðurjakkan við tað, eg longu eigi, áðrenn eg skifti til okkurt annað.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.