Bolivia dagurin: 300 krónur, til hvat?

Bolivia dagurin: 300 krónur, til hvat?
So er tíðin aftur komin til, at næmingar í Hoydølum skulu stuðla vælgerðartiltakinum hjá skúlanum. Flest allir næmingar vita, at 300 krónur skulu sendast til eitt ávíst kontonummar, men hvar fara pengarnir so?
07.02.2017 - 13:00

Tá Bolivia dagurin er, hava næmingar í Hoydølum nakrar møguleikar at velja ímillum, og teir eru: finna sær eitt starv, har sum tey kunnu arbeiða allan dagin og geva skúlanum 300 krónur av lønini. Arbeiða eitt stað, sum skúlin velur, og so fær skúlin 300 krónur frá tí staðnum. Skriva uppgávu um Bolivia í skúlanum. Fáa fýra reyðar blokkar, ella bara vera heima og senda skúlanum pengarnar. Flest øll velja at vera heima og senda skúlanum pengarnar, men vita næmingarnir í Hoydølum veruliga, hvat pengarnir fara til?

Simona Kávør Gaini var ein av teimum fimm, sum valdu at fara í skúlan at skriva uppgávu. Hon hevði ikki fingið nógva kunning um hendan møguleikan, men gekk út frá, at tað gagnaði Bolivia hjálpini á onkran hátt. Seinni fann hon útav, at soleiðis var tað ikki, og hon valdi tí at vera heima og sendi pengarnar til skúlan ístaðin. Hon heldur, at tiltakið er illa kunnað, og nógvir næmingar í Hoydølum vita ikki eingongd, hvat pengarnir fara til.

- Tað hevði verið betri, um tiltakið var viljað av næmingunum, og at tey ístaðin eggjaðu næmingunum til at luttaka, við at vit hoyrdu og lærdu um týdningin av Bolivia-degnum. Bolivia dagurin hevur verið í eini 25 ár, og tey taka fyri givið, at næmingar vita um støðuna og søguna. Eg haldi, at vit burdu fingið kunning um, hvussu tað stóð til, og hvønn mun tað hevur gjørt í Boliva, hvørt ár, sigur Simona.

Simona heldur eisini, at vælgerð missir sín týdning, tá tað er óviljað. Hetta eru fleiri næmingar í Hoydølum samdir um, og tað ger eisini, at fleiri næmingar velja at lata vera við at gjalda. Hetta vísir eitt ónøgdsemi hjá nøkrum næmingum, sum kanska høvdu goldið pengarnar, um tað var viljað, og teir vistu hvønn mun, pengarnir gjørdu.

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.