Stílurin eftir Teitur M. Andreasen
- Eg hevði lýst mín stíl avslappandi og nokk so annarleiðis frá "mainstream"
12.02.2017 - 20:45
Line Orfjell

MyndafólkVár Samuelsen

 
 
 

 

Line Orfjell

MyndafólkRasmus L. Árting

 



 
 

 

Gongur tú uppí, hvørjum klæðum tú ert í? - Ja, til tíðir.. Um tað er ein sunnudagur, har eg havi verið í býnum, so er tað sum oftast einar joggingbuksir og t-shirt, men aðrir dagar í vikuni gangi eg meira upp í tað. Mær dámar væl at ganga í merkivørum, serliga tá tað kemur til skógvar.

 

Hvar fært tú íblástur frá? 

- Nú lurti eg nógv eftir rapp tónleiki, so eg fái nógvan íblástur frá, hvat teir, eg lurti eftir, ganga í, annars so improviseri eg bara og finni klæðir, mær dámar. 

 

Hvar keypir tú klæðir?

- Eg keypi næstan øll míni klæðir á netinum, ella tá ið eg eri uttanlanda. Eg bestilli klæðir frá heimasíðum sum: Streetammo, Asos, Quint og paragraffen.

 

 Hvussu hevði tú lýst tín stíl?

- Eg hevði lýst mín stíl avslappandi og nokk so annarleiðis frá "mainstream". Eg brúki rættliga stór klædir, um mann kann siga tað soleiðis, sum oftast einar "baggy" svartar buksir og eina hettutroyggju, ein jakka ella bæði.

 

Hvat er títt næsta keyp?

- Mítt næsta keyp verður nokk einir nýggir skógvar, helst Jordan ella okkurt í tí stílinum. 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.