Kurt Cobain 50 ár í dag

Kurt Cobain 50 ár í dag
90’ara andlitið hjá lægra miðalklassanum og fortalarin fyri allar ørkymlaðar og misskiltar tannáringar seinastu 20 árini hevði í dag fylt 50 ár, og vit minnast hann kring allan heimin
20.02.2017 - 22:15

Kurt Cobain hevði í dag fylt 50 ár, og hóast tað skjótt eru 23 ár, síðan hann doyði, so minnast vit hann enn fyri, hvussu hann við bólki sínum Nirvana ávirkaði eina heila generatión. Tónleikafjepparar vilja helst vera við, at Nirvana var tann minst feiti grunge bólkurin um hetta mundið, og samanbera við bólkar sum Melvins og Alice in Chains, sum komu úr sama umráði, sama tíðspunkt. Men okkurt hevur tað verið, sum hevur gjørt júst Nirvana til tann bólkin, vit minnast best, tá vit hugsa um grunge – eisini hóast teir góvust at spæla fyrst í 90'unum.

 

Hví minnast vit Kurt Cobain?

Hann doyði sum 27 ára gamal og fekk eitt kult status, so skjótt hann meldaði seg uppí “the 27 club”, eins og aðrar stjørnur sum til dømis Jim Morrison úr The Doors og Jimi Hendrix. Hansara sjálvmorð var fyri summi eitt ultimativt “ren meg” til tað samfelagið, sum royndi at broyta hann, meðan tað fyri onnur var ein stór tragedia at síggja eina stjørnu brenna út so knappligt. Tað er eisini vert at minnast til, at MTV byrjaði at senda í 1981, og at Nirvana byrjaði at spæla í 1987. Nirvana hevur tí verið millum teir fyrstu stóru bólkarnar, sum eru blivnir varpaðir út soleiðis, meðan teir hava verið aktuellir, og áskoðarin hevur fingið møguleikan at fylgt við heima úr stovuni. Á tann hátt er forholdið til bólkarnar blivið meira persónligt, og tá ein so stór stjørna sum hann doyði, rakti tað beint inn í stovurnar hjá øllum tannáringum, og tað bleiv varpað út allastaðni.

Onkursvegna er tað tó løgið, at vit minnast Kurt Cobain sum eina fyrimynd. Ja, hann var progressivur, og eg minnist altíð aftur myndirnar úr Headbangers ball hjá MTV í 1991, har hann hevði latið seg í ein kanariugulan kjóla, tí nú var hann bjóðaður í galla, ella tær ferðirnar hann segði seg vera feminist, nakað, sum ikki var vanligt fyri menn at vera um tað mundið. Men hóast alt var hann ein sálarsjúkur, harðligur rúsevnismisnýtari, og hvørt ár minnast vit aftur á hann sum eina ímynd, antin á hansara føðingardegi ella 4. apríl sum er dagurin, tá hann doyði. Hann var jú ikki fyrimyndarligur, og vit minnast ikki aftur á til dømis Sid Vicious úr Sex Pistols, sum doyði sum 21 ára gamal í 1979 og á sín hátt hevði sama boðskap, men doyði av eini yvirdosis.
Eru tað bara miðlarnir, sum hava ávirkan á, hvør sleppur at liva sum hetja í allar ævir? Ella er tað fólkið og ungdómsandin, sum livir víðari ættarlið eftir ættarlið? Í síðsta enda noyðast vit at viðurkenna, at tónleikurin hjá Nirvana enn selur fantastiska væl, og at allar fløgurnar hava nakað, sum tosar heilt serligt til ungdómin. Nakað, sum er sett í stein, er ódeyðiliggjørt og ger, at enn í dag duga fólk, sum ikki vóru fødd, tá hann doyði, tekstirnar til Heart Shaped Box og Smells Like Teens Spirit.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.