Ein stutt og skjótt guide: Røddin viðmælir trý góð podcast
Trý podcast, tú eigur at unna tær sjálvum 1/3
At lurta eftir útlendskum podcast er upplagt, um tú vilt víðka um sjónarringin. Røddin viðmælir trý podcast um vikuna í tríggjar vikur
10.03.2017 - 13:45

Ikki tí Útvarp Føroya, R7 og Rás2 ikki eru nóg góð - men onkuntíð kann tað kennast, sum tað heila verður ov trongligt. Kanska enntá heimføðisligt. Grannin er í útvarpinum og greiðir frá, hvussu tað kendist, tá hundurin doyði. Og fert tú út í býin at drekka kaffi, kanst tú kenna teg vísa í at hitta ommu tína. Møguleikarnir at blíva vekk eru avmarkaðir. Ella er tað slett ikki ein møguleiki. Í útvarpinum kenna vit eftir hondini allar røddir, øll løg, øll sjónarmið, og mátarnir at miðla søgur er tann sami, sum hann var í gjár.  



Líka sum vit stundum hava tørv á at seta okkum til rættis á eitt av teimum hálvfems setrunum á antin rekkju DEF ella ABC og flúgva ígjøgnum tronga mjørkan til nýggjari (og meir dálkaða) luft í størri býum, kunnu vit eisini hava gott av at lata okkum inspirera av útlendskum útvarpi. 

 

Røddin hevur savnað níggju góð podcast, sum tú kanst lata teg hugtaka av. Tá tú gert skúlating. Gert mat. Koyrir bil. Rakar bein ella gongur túr. Vit viðmæla trý um vikuna komandi tríggjar vikurnar. 

 

(Gott hugskot: Um tú ikki hevur iTunes ella ikki dugir at brúka forritið, er tað eitt gott fyrsta stig til at blíva ein podcast-lurtari. Her er ein ensk guide)

 

Serial
Serial er tann best umtókta podcastrøðin í Amerika. Nakrantíð! Serian, sum byrjaði og slóð ígjøgnum í 2014, er bygt upp av 12 pørtum, har journalisturin Sarah Koenigs granskar í eini gamlari drápssak. Hon hittir dømd, fríkend og avvarðandi, og sum søgan fer fram, fært tú eitt stórt innlit í amerikonsku rættarskipanina. Ein spennandi forteljing, sum upplýsir og undirheldur.  
 

This American Life
Hvørja viku viðger sendingin eitt tema, og tað verður miðlað við hvøssum og rørandi forteljingum frá veruliga USA. Eingin fiktión! Tað er væl fortalt, klókt, hvast og tað kann ikki viðmælast nokk.

 

Music Pop-Cast
Hvørja viku gongur tónleikaummælari á New York Times gjøgnum tær feskastu útgávurnar, hittini og stjørnurnar. Ikki lurta, um tú gert alt møguligt annað - tí tað gongur skjótt fyri seg. Lurta, um tú vilt vera klókari upp á poppmentan beint nú!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.