Podcast: Hvat kunnu vit fáa burturúr at spæla sjónleik?

Podcast: Hvat kunnu vit fáa burturúr at spæla sjónleik?
DREYMAR VIÐ HAVIÐ: Hoyr høvuðsleikararnar tosa um, hvat man fær burturúr at spæla sjónleik
12.09.2017 - 12:14

Eftir Heidi Lindenskov Róadóttir

 

Vit menniskju hava framført og spælt sjónleik síðan tíðarinnar morgun. Man heldur, at sjónleikur hevur sín uppruna úr gamla Grikkalandi, og vit kunnu spora tekin um sjónleik heilt aftur til 300 ár fyri Kristus.
 

Men hvat er tað at spæla sjónleik? Kann ein sjónleikari fáa nakað burturúr at spæla eitt annað menniskja? Teir spurningarnar seta vit høvuðsleikarunum í háaktuella føroyska spælifilminum Dreymar við havið eftir Sakaris Stórá. 


HOYR PODCAST:

 

Gestir: Helena Heðinsdóttir Jørgensen og Juliett Nattestad
Vertur: Heidi L. Róadóttir
 


 

 


Tær báðar, Helena Heðinsdóttir Jørgensen og Juliett Nattestad, ið eru høvuðsleikararnir í føroyska spælifilminum Dreymar við havið, halda tað vera fantastiskt at fáa møguleikan at vera við í einum føroyskum spælifilmi. Tær vilja viðmæla øðrum at taka kjansin at leypa út í filmslist, um møguleikin er har.


 

- Tað er ómetaliga læruríkt. Filmur og sjónleikur er sum terapi fyri ein sjálvan, har tú lærir teg sjálvan at kenna og koma í kontakt við tínar egnu kenslur.

 

 

 

Síggj meira um filmin á teirra Facebook-síðu her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.