Hetta hendir tá tú snúsar

mynd av netinum
Hetta hendir tá tú snúsar
Seinastu árini er snúsið blivið populert millum ung í Føroyum og er blivið brúkt sum eitt sunnari alternativ til royking. Men er snúsið í grundini so gott, sum tú heldur?
03.04.2017 - 20:15

Tú oyðileggur tenninar

Í snúsi eru evnir, sum eru við til at niðurbróta títt tannkjøt, umframt at tað eisini litar tenninar. Eftir at hava snúsað regluliga í eina tíð, kemur tú at leggja merki til, at tannkjøtið byrjar at trekkja seg frá tonnunum. Letur tú hetta standa uppá nóg leingi, kunnu tannrøturnar koma undan, sum kann vera pínufult, føra til bruna, og tú kanst í ringasta føri missa tenninar.

 

Ja, faktiskt oyðileggur tú allan munnin

Hevur tú snúsað nakrar ferðir, hevur tú nokk lagt til merkis, at húðin innan fyri kjálkan verður reyð og irriterað. Nakað seinni verður hetta økið hvítligt og tjúknar, og enn seinni verður tað brúnt, og tú byrjar at fáa sár. Ung.no skrivar, at umleið 40% til 70% av teimum sum snúsa fáa ein sokallaðan “snúslumma”, har slímanhinnan tjúknar. Alt hetta fer vekk, um tú leggur av.

 

Snús elvir eisini til krabbamein

Í snúsi eru umleið 2500 evnir, harav 31 elva til krabbamein. Tey mest vanligu sløgini av krabbameini, sum snús elvir til, eru krabbi í brisinum og vælindinum. Av tí sama er snús eisini ólógligt í øllum EU – uttan í Noreg og Svøríki.

 

Tú fært hægri blóðtrýst

Snús inniheldur salt, sum ger, at nikotinið hevur lættari við at fara í blóðið. Nikotin ger, at æðrarnar trekkja seg saman og at blóðtrýstið fer upp. Fyri ítróttafólk kann tað vera ein serliga keðilig ávirkan, av tí at tey hava brúk fyri at fáa blóðið lætt út í musklarnar fyri at fáa so nógv burturúr sum til ber. Høga blóðtrýstið kann eisini føra til hjartasjúkur, umframt at snúsið kann gera, at tú fært hægri deyðsrisiko, um tú fært eitt hjartaslag.

 

Snús er eitt millumting

Um vit seta vandan av nikotin-brúki á einum stiga, so er nikotin tyggigummiið á botninum, meðan sigarettir eru á toppinum. Mitt á tí stiganum fellur snúsið, og hóast tað ikki er eins skaðiligt og sigarettir, so er tað heldur ikki heilt óskaðiligt, og tí er smart at avmarka, hvussu nógv tú brúkar tað – serliga, um tú vilt hava hasar tenninar hjá tær at halda longur.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.