Soleiðis lærir tú nakað uttan at gera nakað

Soleiðis lærir tú nakað uttan at gera nakað
Tímir tú ikki lektiur meir, og tímir tú fyri alt í verðini ikki at lesa eitt orð afturat? So er Youtube kanska akkurát staðið, tú gloymdi at leita. Her eru 5 kanalir, har tú kanst læra nakað um (næstan) alt, uttan at gera annað enn at trýsta á play
10.04.2017 - 19:34

TedEd

Kanalin TedEd er ein undirgrein av Ted Talks kanalini, sum tú møguliga kennir frammanundan. TedEd ger stuttar animatiónir (umleið 5 minuttir) um alt frá mytuni um Icarus og Daedalus til um tað er ósunt at halda sær frá at pissa ov leingi. Her finnur tú nógva brúkiliga vitan, kanska serliga til tey málsligu fakini.

 

Kurzgesagt

Hendan síðan fer eftir at gera tað vísindaliga lætt at skilja og ger animatiónsvideo um eitt nú, hvussu immunverjan riggar, um robottar hava uppiborið rættindi, og um hvat eitt svart hol í veruleikanum er. Hesi klippini eru avgjørt góð, um tú manglar okkurt at tosa um í tímunum, og tú fært allar helst eisini imponerað tínar lærarar við tí.

 

Vox

Vox fokuserar mest uppá tað samfelagsliga aspektið. Vilt tú til dømis skilja kríggið í Sýria, ella hvussu Putin bleiv presidentur í Russlandi, so fært tú tað skjótt og lætt greitt frá hjá Vox. Hevur tú samfelagsfrøði? So hevur tú eisini ein glaðan lærara aftan á hetta.

 

Thoughty2

Dámar tær væl at vita ting, sum tú ikki hevur brúk fyri at vita? So er hetta kanalin til tín. Hon fer yvir í nøkur meira ógreið ting, men heldur tað áhugavert hóast alt – eitt nú viðger hon, hvussu trø samskifta millum sín, og um mánin veruliga er so týdningarmikil hóast alt.
Her fert tú at brúka nógva tíð uppá at læra teg at vera tann snedigi persónurin í ballinum, sum tosar um hvussu, trø samskifta, og tú fert at elska tað.

 

Now You See It

Now You See It snýr seg um at greina filmar og um tey tingini, tú ikki hevur hugsað um fyrr. Hvat merkir tað til dømis, tá fólk telva í filmum? Ella hvat merkir tað, tá tey drekka mjólk í einum filmi? Svarið fært tú á Now you see it. Vilt, men tað hevur altso ein týdning! Ert tú filmsnørd, so fert tú nokk at fiska tær nógva vitan burtur úr hesari kanalini.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.