Mynd: G! festival
- Eg eri heilt rørdur
Les samrøðuna við danska Xander, ið varð sera rørdur eftir sína fyrstu framførslu í Føroyum
15.07.2017 - 18:09

Skrivað hevur Tóra í Stórustovu

 

Í gjárkvøldið fór høvuðsnavnið hjá summum á pallin á sandinum. Talan er um danska rap bólkin Suspekt. Við sær høvdu teir Xander, ið er á tourné við bólkinum í alt summar.

 

- Eg havi verið úti og spælt nógvastaðni í summar, og hetta var uttan iva tað feitasta. Halt kjaft ikki, eg neyt hetta her, segði ein ovurfegin Xander fáar minuttir eftir, at bólkurin var komin av pallinum.

 

 

A post shared by Xander Linnet (@xander0404) on  

 

 

Náddi ikki at síggja nakað

Xander við bólkinum Suspekt kom til Føroya hósdag og fleyg heim nakrar tímar eftir konsertina fríggjadag. Hetta gjørdi, at hann ikki fekk tíð at uppliva tað stóra.

- Vit hava bara havt ein dag á oyggjunum, so vit hava ikki nátt at sæð ein skid. Eg vóni veruliga at fáa møguleikan at koma aftur, og í longri tíð. Eina viku kanska. Eg hevði hoppað runt á oyggjunum, farið ein túr niðan í fjøllini og møtt fleiri av teimum fantastisku fólkunum. Fólkini, ið eg havi møtt higartil hava verið so vinarlig, opin og kerlig, at eg vil sleppa aftur og uppliva meira av tí, segði 29-ára gamli danin.

 

Visti ikki, at fólk kendu hansara tónleik

- Eg visti veruliga ikki, at eg hevði fjepparar her uppi. Eg visti, at fólk skiltu danskt, so eg væntaði, at tey lurtaðu eftir donskum tónleiki, men at tey lurtaðu eftir mínum tónleiki er heilt vilt. Tað, at taka eitt flogfar til eitt annað land, og fólkini enn skilja teg og lurta eftir tínum tónleiki, er heilt vilt. Eg má siga, at eg bleiv altso heilt rørdur. Hetta er for vilt, segði Xander at enda.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.