- Eg havi ongantíð fyrr sæð klaksvíkingar við so góðum moves!

- Eg havi ongantíð fyrr sæð klaksvíkingar við so góðum moves!
- Í føroyskum dansi ert tú uppií, akkurát tá tú ert uppií
26.10.2017 - 18:07

Skrivað hevur Iðunn Tótudóttir

 

Eg fór til Sumbiar á dansistevnu fyri at blíva klókari uppá ung, sum dansa føroyskan dans. Hvørji eru tey, og hví dansa tey føroyskan dans?

 

Um eg skuldi tekna ein typiskan ungan føroying, so veit eg ikki, hvat eg hevði teknað. Har kann verða rættiliga stórur munur á fólkunum, tú gongur í flokki við, men vit hava ikki undirgrundsmentanir. Tað er júst hesa balansuna, sum mær dámar so væl, og sum eg haldi er serlig í mun til aðrastaðni.

 

Men hvørji eyðkenni hava vit? Hevur tað at vit búgva í Føroyum nakað at siga fyri okkara samleika og gerandisdag?

 

Eg elski at dansa, men tað hevur ongantíð fallið mær inn, at føroyskur dansur kundi verið nakað fyri meg. Stevið í føroyskum dansi hevur altíð virkað so stívt fyri mær. Eg missi eisini altíð tráðin í kvæðunum. Plottið minnir fyri tað mesta um okkurt úr ’Game of Thrones’, og sama versið skal altíð endurtakast minst tríggjar ferð í ymiskari versión. Tey flestu, eg kenni, dansa heldur ikki føroyskan dans.

 

Men har eru ung í Føroyum, sum elska at dansa føroyskan dans.

 

 

HOPPARÍ, FEMINISMA OG KVÆÐAHUMOR

 

Klokkan fýra leygardag sat eg umborð á Smyrli, á veg til Sumbiar. Eg skuldi á dansistevnu.

Eg hevði meldað meg í ein bólk á FB, sum æt ”Ung í dans” og spurt fyriskiparan, um eg kundi koma við á stevnuna.

 

Tá eg kom uppá pláss, royndi eg at læra hinar luttakararnar at kenna. Tey vóru ymsastaðni frá, men ongin annar enn eg var úr Havn. Fleiri vóru rættiliga ung, men har vóru eisini nøkur á mínum egna aldri, og eldri. Eg royndi at passa inn og tosa um kvæðir (tað riggaði ikki).

 

Um kvøldið fóru vit at dansa. Eg var við uppi í ringinum og eygleiddi eitt sindur. Eitt, sum yvirraskaði meg, var, hvussu lívligur dansurin var. Tey hoppaðu, og tað var ordiligt sveiggj í. Eg havi ongantíð fyrr sæð klaksvíkingar við so góðum moves! Eg veit ikki, hvat eg væntaði áðrenn túrin, men eg hugnaði mær massar.

 

Á túrinum tosaði eg eisini við Elmu, Hjørdis og Flóvin. Øll trý hava dansað síðani tey vóru smá, og føroyskur dansur er ikki ein hobby fyri tey, men nakað sosialt, og ein partur av teirra gerandisdegi. Tey føla øll eina ábyrgd av at varðveita føroyska dansin.

 

 Elma, 16, Hvalba, Miðnám í Suðuroy.

Elma hevur verið á eftirskúla í Danmark. Hon hevur dansað føroyskan dans í Hvalbiar skúla og dansar nú saman við teimum ungu í Jómsvíkingum.

 

 Tað, Elmu dámar best við føroyskum dansi, er atmosferuna, sum er inni í ringinum.

Hon heldur eisini, at tað er stuttligt síggja ymisleikan í, hvussu fólk taka stevið og trega dansin.

 

- Mann heldur í hondunum á hvørjum øðrum, og øll traðka hart í gólvið í senn. Mann sær andlitið á fólkunum hinumegin í ringinum, og hvussu tey liva seg inn í søguna.

Tað er rættiliga serligt og nokk so intimt.”

 

Elma hevur lært seg at skipa kvæðið Stolt Signhild.

Kvæðið snýr seg um Signhild og beiggja hennara. Signhild bjóðar beiggja sínum í veitslu, og um kvøldið, tá hann skal ríða heim aftur, verður hann álopin.

So rópar hann eftir systur síni - biður hana koma og hjálpa sær.

Tað endar við, at Signhild kappar høvdið av øllum fíggindunum.

 

Tað er serliga dramatiska søgan, sum er grundin til, at Elma valdi sær hetta kvæðið.

So er tað heldur ikki so langt, og tað er lætt at læra.

 

- Eg haldi, tað er nokk so nógv framman fyri sína tíð, at tað er systirin, sum bjargar beiggja sínum. Eitt sindur feministiskt.

 

Elma veit ikki, hví tað eru so fá ung, ið dansa, men kanska tað bara ikki fangar summi. Tað er heilt sikkurt ein persónligur áhugi, sum skal til, heldur hon.

 

- Altso, eg haldi allíkavæl ikki har er nakar, sum bara hatar føroyskan dans. Tað er nakað, sum tey flestu taka lut í av og á.

 

Hon heldur tað hevur nógv at siga, hvørjari familju mann hevur.

 

- Um tú hyggur eftir ungum, sum dansa, so eru tað nógv systkin. Tá mann hevur dansað við familjuni sum barn, so følist tað yvirhøvur ikki fremmant, tá mann verður eldri.

 

Elma flennir, tá eg spyrji hana, um tað ber til at skora í føroyskum dansi.

 

- Tað er nokk so stuttligt, at tú spyrt handan spurningin. Mamma og pabba møttust faktiskt í føroyskum dansi í Keypmannahavn. Eg haldi ikki, at mann fer í føroyskan dans fyri at skora, men kanska. Um mann sær onkran í ringinum, so kann mann senda nøkur eygnakøst!

 

Hjørdis, 17, Havn, Miðnám í Vestmanna, er við í dansifelagnum “Leikum fagurt”

Hjørdis er av Sandi. Hon flutti til Havnar, tí hon skuldi ganga í skúla.
 

Hon valdi at byrja á miðnámi í Vestmanna, heldur enn at fara niðan í Hoydalar sum summar av vinkonunum. Henni dámar ikki so væl at búgva í Havn, m.a. tí hon finnur nokk so illa runt og gleðir seg til at flyta til Sands aftur.
 

Hjørdis elskar at syngja ordiliga hart við, tá hon dansar føroyskan dans. Hon heldur, at tað stuttligasta við føroyskum dansi eru fólkini, sum mann dansar við, og samanhaldið.

 

- Tá tú fert at dansa føroyskan dans, so kemur mann inn, onkuntíð er tað borðhald, og tú kennir øll nøkulunda. Tá tú fer uppá gólv við fólki, sum tú kennir væl, tað er stuttligt. 

 

Kvæðini og kenslan, tá mann dugir tey, hevur eisini nógv at siga. Henni dámar best sovorðni stutt kvæðir, serliga tey, har tað er humor í. “Vakrar moyggjar”, ”Mítt Føroya land”  og “Sambandstátturin” eru hennara yndis.

 

- Tey stuttu eru ordiliga góð, haldi eg. Mann blívur í góðum lag av teimum. Men eg haldi, øll kvæðir eru stuttlig, tá mann dugir tey.

 

Tað er ójavnt, hvussu ofta Hjørdis dansar føroyskan dans. Tey hava eisini nakrar FB-bólkar, har tey skriva út. T.d. "Almennur dansur verður í húsinum kl. 20". 

 

- Tað er ikki fast, soleiðis hvønn mikudag. Tað er meira til stevnur. Um eg eri á Sandi, so plagi eg altíð at fara.

 

Vinfólkini hjá henni hava ymiskan respons til hennara áhuga fyri føroyskum dansi.

 

- Onkur kann finna uppá at vera soleiðis ‘Kom í býin? Har eg so svari "Nei eg skal dansa føroyskan dans". So siga tey "Skalt tú dansa føroyskan dans? Hví tímir tú tað?" So sigi eg bara "Eg veit ikki, eg fari bara".

 

Summi halda tað er cool, at eg tími, og vilja eisini ordiliga gjarna. Tey tora bara ikki, tí tey duga ikki. Tað tekur eina góða tíð at læra øll kvæðini, og mann má byrja smátt. Men tað bilar onki, um mann ikki dugir, mann kann bara vera við í niðurlagnum.

 

Flóvin, 18, Eiði, arbeiðir, við í dansifelagnum á Látrinum.

 

Flóvin er limur í Unga Tjóðveldi, men hann er í veruleikanum heilt ósamdur við teimum. Hann lurtar bara eftir føroyskum tónleiki og sigur seg elska at liva bónda lívið. Og so hevur átt ein tarv.

 

- Vit plaga at byrja í oktober, og so dansa vit hvørt týskvøld líka til føstu.

 

Fyri einum ári síðani var Flóvin við til at gera upptøkur í Reinsarínum til sjónvarpið. Hóast honum ongantíð hevur dámt so væl at skipa, so skipaði hann tá.

 

- Eg veit ikki, um mann kann kalla tað sceneskræk. Mann skal duga tað øgiliga væl, um mann skal skipa. Alt hongur á tær, um tú ikki byrjar, so steðgar dansurin. Men eg havi viðhvørt skripað ymiskar tættir.

 

Aldursbólkurin í “Ung í dans” er 12- 30 ár. Tað er øgiliga breitt, heldur Flóvin. Hann hevði hildið tað verið eitt sindur stuttligari, um har var ein bólkur bert fyri hansara egna aldur, men undirtøkan er ov lítil.

 

- Vit hava eisini møtst nøkur ung, sum dansa, uttanfyri felagið. Mann fær ymisk vinarbond gjøgnum føroyskan dans. Tá tað var 13. kvølds dansur í Skálavík, tá fóru vit.

 

Hóast nógvar stuttligar veitslur, so heldur Flóvin ikki, at har er nøkur líkheit yvirhøvur, ímillum at fara í býin og at fara í føroyskan dans.

 

- Tá tú fert í býin, tá er tað hopparí og sovorðið, sum onki skil er á. Í føroyskum dansi er tað tvey fram, eitt aftur. Tá ert tú uppií, akkurát tá tú ert uppií. Ert tú ikki, so situr tú og prátar við onkran. Tað er meira prát. Ikki meira seriøst, men ikki hetta her við at tú gongur runt sum eitt býtt niðri í býnum. Hitt er eisini forbannað stuttligt, slett ikki tað. 

 

Flóvin skilir væl, at ung ikki tíma at dansa føroyskan dans. Hann helt tað eisini vera nokk so turrisligt, tá hann byrjaði sjálvur.

 

- Tað er bara sovorðið, sum gomul fólk gera, og har er ongin kjansur fyri, at mann lærir seg kvæðini. Mann dugir kanska eitt kvæði, og so er mann eitt heilt kvøld, har long og tung kvæðir verða kvøðin.

 

Flóvin sigur, at mann lærir nógv við bara at vera uppií. Onkuntíð, tá hann situr í bilinum, so plagar hann at tendra føroyskan dans og bara lurta. Um tað er heilt ringt, so má hann terpa.

 

- Tað eru øgiliga nógv pen kvæði. Mann gejstast upp, tí har verður spenningur í søguni. Um onkur verður dripin, so leggur mann doyin á tað stevið og svingar við armunum.

 

Flóvin heldur tað vera øgiliga tydningarmikið at varðveita føroyska dansin.

 

- Tað er størsti parturin av okkara mentan, við mest arbeiði aftanfyri. Har er ein søga aftan fyri hvørt kvæði. Eg haldi, vit missa ein part av okkara søgu, um vit gevast við at dansa føroyskan dans.

 

 

Fyri at tú kanst blíva glað/ur fyri føroyskan dans, hevur Elma nøkur ráð:

 

1. Melda teg upp í dansifelagið, har tú býrt ella ”Ung í dansi”.
 

2. Tak eina vinkonu/vinmann við. Tað er lættari, um tú hevur ein, tú kennir við síðuna av tær.
 

3. Lær teg eitt kvæði. Les tað ígjøgnum og set teg inn í søguna. Tað ger tað meira spennandi.
 

4. Virð skiparan og kvøð við, tú kanst altíð læra teg niðurlagið. So er bara eftir at hugna og stuttleika sær.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.