- Tíðindi, mentan og ítróttur
Interview við Moddi
Journalistur: Birita Matras Petersen
Mánakvøldið, tann 27. november framførdi tredivu ára gamli norski tónleikarin og sangskrivarin, Pål Moddi Knutsen, nakrir sangir av útgavuni ”Unsongs: forbidden songs” í Miðstovu, ið er høli í Norðoya Fornminnasavni.
Miðstovan varð bygd í 1896, og gamli bygningurin setti ein hugnaligan dám á framførsluna. Meðan kertiljósini bleiktraðu og gólvið brakaði, sang hann og greiddi frá ymsum søgum úr fleiri londum, ið hava motiverað verkætlan hansara. ”Unsongs: forbidden songs” varð givin út í 2016, og er ein serstøk útgáva við tólv ymsum løgum, ið hava verið bannað ella sensurerað. Í hesum sambandi hevur Røddin havt samrøðu við Moddi.
Tað tóktist, sum hann hevði skund. Frísuta, ljósa hárið flákraði, meðan hann pakkaði karrygula Fjällräven ryggsekkin, men kortini gav hann sær stundir til eitt prát. Áðrenn hann sessaðist, hapsaði hann eina mandarin og byrjaði stillisliga at flysa skalið av.
Vísusangarin og sellospælarin, ið varð funnin á gøtuni
Spurdur um, hvussu hann ynskir at lýsa sín tónleik, svarar Moddi við einum brosi, at tað í roynd og veru ikki er hansara tónleikur. Sjálvur vil eg lýsa meg sum vísusangara, ið greiðir frá søgum við tónleiki sum undirhald í steðgunum, sigur hann.
- Tað býttasta tú kanst gera, er at biðja ein tónleikara seta seg sjálvan í bás. Tað er jú vísupoppur, svarar hann heldur speirekin og flennir.
Saman við Idu, sum í løtuni spælir sello fyri hann, hevur hann havt góðar tólv framførslur. Ida varð tikin upp á gøtuni av Katrinu, ið vanliga spælir sello fyri hann.
- Báðar gingu runt í Oslo, báðar høvdu sello á rygginum, og so møttust tær, sigur hann og flennir.
Íblástur og spírin til ”Unsongs: forbidden songs”
Moddi stórur fjeppari av plátunum hjá Damien Rice, ið hava givið honum íblástur. Harafturat nevnir hann norskir tónleikabólkar, sum hann sær upp til, eitt nú ”Kråkesølv” og ”Valkyrien”.
- Eg eri ógvuliga inspireraður av øðrum tónleikarum, sum eg vildi ynskt, eg var líka góður sum. Tað verði eg ongantíð, men eg kann siga frá søgum, svarar hann heldur lítillátin og brosar.
Spurdur um, hvat fekk hann at fara undir við verkætlanina ”Unsongs: forbidden songs”, sigur hann, at tað var norska vísusangarinnan Birgitte Grimstad, ið var spírin til verkætlanina. Birgitte Grimstad var á konsertferð í Ísrael í 1982, júst tá Beirut varð bumbað í samband við kríggið í Libanon. Hon varð yvirtalað at lata vera við at framføra sangin ”Eli Geva” á síni konsertferð í Ísrael. Í hesum sambandi hevur Moddi givið út lagið út í nýggjum hami, og vísur á friðarhugsjón og noktan mótvegis kríggi.
Ein tíðarbær verkætlan
Útgávan er eitt projekt, ið hóskar til samtíð okkara. Á fjølmiðlunum síggja vit, at tað er snarað í Turkalandi, Russlandi, Kina, USA og Stóra Bretlandi tey seinastu tíggju ella fimtan árini. Í øllum hesum støðum sært tú tekin um, at talu- og skrivifrælsið er undir trýsti, greiðir hann frá.
- Vit hava jú kanska hildið, at teir gomlu og autoriteru statirnir, sum hava sensurerað list og egnar borgarar, var nakað, sum hoyrdi til farna tíð. Og at heimurin flutti seg ímóti onkrum øðrum; einum opnum samfelagi. Tað, sum vit fyrr tóku fyri givið, var loyvi at tosa um, er ikki longur ein sjálvfylgja, sigur hann.
Konsertferðin, ið endaði í Føroyum
Moddi hevur verið á einari nærum støðugari konsertferð í hálvtannað ár. Konsertferðin byrjaði í París, og síðan fóru tey til eitt nú Madrid, Ungarn, Kekkia, Turkalands, Tunesia, og Føroyar gjørdust endastøðin hjá longu konsertferðini kring knøttin. Hann leggur afturat, at hann eisini hevur verið heima, men hevur í høvuðsheitum havt framførslur, síðan útgávan varð givin út.
- Man verður nærum vitleysur, sigur hann læandi.
Heimkensla í Føroyum
Grønir dalar og illfýsið veður er ikki heilt fremmant fyri Moddi, ið vaks upp í tílíkum landslagi við luktinum av fiski í Norður-Noregi.
- Tað er jú akkurát tað sama sum í Norður-Noregi. Tað er fultkomiliga eins! Fjøllini, havið, fiskurin, fiskimenn og lundin. Tað er eins og at vera heima, sigur hann.
Vitjanin í Føroyum hevur verið stokkut, men tó hendingarík við óáltítandi veðurlagi. Hann greiðir frá, at tey hava upplivað alskyns árstíðir innan 24 tímar; skínandi sól, kavaveður, regn, krapa, samdrigna luft, bítandi kulda og brennandi hita.
- Ein í mínari familju búði í Føroyum í nítjanhundraðtalinum, og búði her í eitt hálvt ár. Hon kom mitt í januar, og ringdi heim til ommu sína, og segði at hon var so nøgd við Føroyar. Hon helt tað vera ótrúligt, at hon kundi ganga úti í troyggju í januar. Hon ringdi aftur í juni, og segði, at hon brúkti framvegis somu troyggju, sigur hann og flennir.
Føroyski maturin, náttúran og tónleikurin hóvar honum væl, og hann greiðir frá, at hann fer aldri at takka nei til eina framførslu her.
- Um onkur bjóðaði mær, so hevði eg… [hugsar] Ja, nú veitst tú at vit skulu spæla í Miðvági, sigur hann læandi.
Framførslur í smáum støðum og hálvtrýss ára gamlar konur
Moddi greiðir frá, at vanliga eru áhoyrararnir rættiliga ungir, lærdir og vesturvendir við rættiliga umfevnandi málkunnleika, og vita yvirhøvur nógv um norskan tónleik. Tó er ikki einans ungdómurin áhugaður í Moddi.
- Áhoyrararnir eru rættiliga tilkomnir, tá vit spæla í smærri støðum í Noregi. Tað eru nógvar hálvtrýss ára gamlar kvinnur við almennum starvi, ið standa aftanfyri pallin og siga: ”áááh, tú burdi møtt mínari dóttur!”, sigur hann og flennir.
Framtíðarætlanir og lestur
Spurdur um, hvørjar ætlanir eru fyri framman, svarar hann, at hann er ræðslusligin fyri tí, sum skal henda nú.
- Tá eg komi heim, bíðar ein tómur álmanakki. So fáa vit at síggja, hvat fer at henda!
Moddi hevur júst latið sína Master-uppgávu inn, sum snýr seg um norska málmbræðingarídnaðin, og umhvørvistrupulleikar knýttir at málmframleiðslu.
- Eg haldi tað vera stuttligt at sameina gransking og list, men tað verður nokk ikki mítt næsta ynski sum stórverk innan norska málmbræðingarídnaðin.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |