5 góð ráð til tín, sum ætlar at byrja at venja
Soleiðis fært tú mest burtur úr, tá tú fert í fitness sentur í nýggja árinum
15.01.2018 - 10:22

Nýggja árið er komið, og við tí eru mong, ið hava sett sær nýggjarslyftir um eitt sunnari lív. Summi ætla kanska bara at eta eitt sindur minni av søtum. Onnur royna at leggja av við at roykja og fleiri ætla sær at byrja at venja. Til tykkum, sum ætla í fitness sentrinið nú í nýggja árinum; her eru 5 góð ráð.

 

1. Set tær eitt mál

Tað kann vera at tapa teg 2, 5 ella kanska 10 kg? At klára at lyfta eina ávísa nøgd í t.d. bonkpress. Tað at hava eitt mál at arbeiða ímóti ger tað soleiðis, at tú hevur eitt endamál við at venja, og ger tað lættari at motivera seg.

 

2. Et og sov

At eta og sova rætt hjálpir ógvuliga nógv, um tú ynskir at fáa betri heilsu. Hetta nýtist ikki at merkja, at tú ikki kanst eta eina pizza aftaná ein býtúr ella okkurt tílíkt, men heldur at tú ikki bert etur burgarar og pitsur. Eisini hjálpur tað einum ógvuliga nógv at sova nóg mikið um næturnar (ella dagin).

 

3. Tryggja tær at tú gert venjingina rætt

Um tú t.d. lyftir bonkpress, so tryggja tær at tú gert tað rætt at byrja við. Tað er ógvuliga ringt at rætta feilir, sum tú hevur gjørt støðugt yvir longri tíð. So, fyri at sleppa undan hesum, lær teg at gera venjingina rætt at byrja við. Um tú fært ilt, steðga so á. Ofta er hetta tekin um at tú gjørt okkurt galið. Finn tær onkran, ið veit hvussu venjingin skal gerast, og spyr um ráð.

 

4. Tak pausur

Bæði ímillum tíni sett og ímillum tínar venjingar sum heild. Kroppur tín tørvar steðg ímillum venjingar. Um tú ynskir at økja um styrki tína ella at fáa betri heilsu, er tað neyðugt, av tí at tað er ikki ímeðan at tú ert í fitness sentrinum at tú gerst sterkari. Musklar tínir hava tørv á steðgi, soleiðis at teir kunnu umvæla seg og gerast sterkari.

 

5. Vel rætta fitness sentrið

At vera í tí rætta venjingarumhvørvið kann gera ógvuliga stóran mun, um hugsa verður um úrslit. Tað kann t.d. vera at tær dámar best at har ikki eru alt ov nógv fólk rundan um teg, tá ið tú venur. Ella dámar tær at fleiri fólk eru har. Samagerð hvat tær dámar, so kann rætta umhvørvið hjálpa tær nógv, á tínari leið at røkka tínum málum.

Røddin fer komandi vikurnar ummæla fitness sentrinið í havn. Fylg við á facebook, Instagram og hemasíðuni.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.