Litbrá - Listin skal skapa lív

Litbrá - Listin skal skapa lív
Tú veist sikkurt ikki hvat Litbrá er, so les her og lær meira um tí spennandi verkætlanini í Tvøroyri
05.06.2018 - 14:13

 

Ein bygd við tómum veggjum kann lættliga gerast keðilig, men við rætta hugskoti gerst hon brádliga livandi og áhugaverd.

Í næstum verður listaverkætlanin ”Litbrá” fyri fyrstu ferð á Tvøroyri.

Málið er at geva øllum teimum gloymdu bygningunum í bygdini lív og ein samleika. Býarmyndin skal litast og fríðkast, so fólk gerast góð við almenna rúmið.

 

Eitt afturvendandi tiltak

 

Ætlanin er, at Litbrá skal vera eitt afturvendandi tiltak við nýggjum listafólki hvørt ár. Listafólk kunnu senda sítt hugskot til eina nevnd, ið síðan velur seks fólk út. Listafólkini fáa síðan tríggjar dagar at prýða hvør sín vegg. Veggirnir skulu vera lidnir 5. Juli, dagin fyri Mentanarnáttina á Tvøroyri.

Litbrá er upplagt høvi hjá ungum fólki at sýna fram teirra verk og hitta onnur listafólk. Eisini skapar tiltakið møguleika fyri listarligum samstarvi og netverki. Tað er týdningarmikið fyri ung listafólk at síggja, hvat hendir á lokala listapallinum og at hitta onnur listafólk, sigur fyriskipari Sunniva Gudmundsdóttir.

 

Eggja fólkum at uppliva Tvøroyri

 

Nýggj list hvørt ár eggjar fólki at koma árliga at uppliva listina. Umframt skipar Sunniva eisini fyri almennari verkstovu, har Suðuroyingar kunnu læra seg um veggjalist.

 

Hetta er sera spennandi fyri tey lokalu á Tvøroyri, tí tey kunnu luttaka í allari gongdini, heilt frá tá listafólkini verða vald og koma til Tvøroyrar, meðan tey mála veggirnar, til veggirnir verða klárir til fernisering. Listin er sera atkomulig fyri øll, og tískil hevur hon sera stóran týdning sigur Sunniva.

 

- Listin er upplýsandi, lekjandi, argandi og undirhaldandi.

 

Sunniva heldur, at list er týdningarmikil, bæði fyri einstaklingar og samfelag. Listin kann hava ymiskan týdning fyri fólk. Listin kann vera upplýsandi, lekjandi, argandi ella undirhaldandi.

 

- Tey sum hava hug at melda seg, men ikki tora, skulu bara gera tað allíkavæl, tað er einki at vera bangin fyri. Litbrá er ein óhátíðarlig verkætlan, har listafólkini arbeiða undir hugnaligum karmum. Øll eru vælkomin at vera við uttan mun til aldur, royndir og útbúgving, sigur Sunniva at enda.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.