- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kulastu festivalarnir í Norðurlondunum
Festivalsesongin nærkast og nógv hava ætlanir um at fara á teir føroysku festivalarnir í summar.
Men hevur tú hug til eina ørvísi festival uppliving, so kann tað kanska vera upp á tíðina at royna at fara til ein festival uttanlands.
Her eru nøkur uppskot til nakrar feitar festivalar í Norðurlondunum, ið enn ikki eru útseldir.
Oya, Noreg
7. august- 11. august.
Vikupass: 2700 NOK / Dagpass: 989 NOK
Oya festivalurin er nokk ein tann kulasti festivalurin í Noregi. Festivalurin er í Oslo, og hvørt ár hevur hann umleið 60.000 festivalgestir.
Á skránni verður alt frá hip-hop til pop og til death metal.
Høvuðsnøvnini í ár eru Kendrick Lamar, Arctic Monkeys og Arcade Fire. Men tað eru eisini nógv onnur spennandi nøvn, ið spæla á Oya.
Síggj øll nøvnini her
Flow Festival, Finland
10. august- 12. august
3 dagar pass: 215.00 EUR / dagspass: 99 EUR
Flow Festivalurin verður hildin mitt í Helsinki.
Vouge hevur fyrr sagt, at Flow festivalurin er tann kulasti festivalurin í Norðurlondum. So tað er ein væl dámdur festivalur, ið nógv fólk ferðast til. Í 2017 vóru 70.000 fólk og vitjaðu festivalin.
Høvuðsnøvnini í ár eru Ms. Lauryn Hill og aftur Arcitc Monkeys og Kendrick Lamar. Men onnur áhugaverd nøvn eru eisini: 6lack, St. Vincent, Brockhampton og Jorja Smith.
Síggj øll nøvnini her
Bræðslan, Ísland.
28. juli 2018
Dagspass: 9.300 ISK (Umleið 550 DKK)
Bræðslan er ein íslenskur festivalur. sum verður hildin í Borgarfirði, ein bygd í norður Íslandi.
Hetta er ein rættuliga lokalur festivalur, ið bert hevur íslensk nøvn í ár. Men um tú hevur hug til at uppliva íslendska mentan uppá ein heilt serligan hátt, so kann hesin festivalurin avgjørt viðmælast.
Høvuðsnøvnini í ár eru Emmsjé Gauti, Daði Freyr og eisini Agent Fresco, ið fyrr hava spælt í Føroyum.
Síggj øll nøvnini her
Way out west, Svøríki
9. august - 10. august
Vikuskiftispass: 1995 SEK / Dagspass: 975 SEK
Way out west verður hildin í Göteborg. Hesin festivalurin byrjaði fyri 12 árum síðani og megnar hvørt ár at samla fólk úr øllum Svøríki og úr stórum pørtum av heiminum.
Nøkur av høvuðsnøvnunum eru Noname, Mura Masa, Lykke Li og Sigrid.
Síggj øll nøvnini her
Nibe, Danmark
4. juli - 7. juli
Vikuskiftispass: 1675 DKK / Dagspass: 650 DKK
Nibe fetsivalurin er millum teir 6 stórstu tónleikafestivalarnar í Danmark. Hvørt ár eru umleið 27.000 fólk, ið vitja festivalin.
Á skránni er nógvur danskur tónleikur, men eisini eru fleiri útlensk nøvn.
Nøkur av nøvninum eru: The Script, Scarlet Pleasure, Fool og Lil Xan.
Síggj øll nøvnini her
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |