- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stílurin eftir Fjøllini dansa: Hans Andrias Gregoriussen
Hvørja viku avmynda bloggararnir á Fjøllini dansa ein persón, sum tey meta hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað 20 ára gamli Hans Andrias Gregoriussen.
Hvat er títt yndisplagg?
- Mítt yndisplagg er eitt leðurbelti, sum eg havi stolið frá mammu míni, tí tað hóskar væl til øll míni klæðir.
Hvat hevði tú ongantíð kunnað funnið uppá at farið í?
- Dýnujakkar. Teir líkjast dýnum og eru bara ljótir.
Leggur tú nógv í hvussu tú sært út?
- Eg leggi nógv í, hvørjum klæðum eg gangi í. Hvørja ferð eg keypi klæðir, er tað umráðandi, at tey sita ordiligt og síggja gott út. Eg plagi ikki at brúka nógvar pengar uppá klæðir; tað eru nógv klæðir, sum mær dámar væl, ið eg havi fingið frá fólki. Til dømis fann eg mítt yndisturriklæð í býnum eina ferð.
Hvar dámar tær best at keypa klæðir?
- Tað er ymiskt, hvar eg keypi klæðir. Um eg ikki finni nakað, sum situr væl ella sær gott út í tí handlinum, eg eri í, fari eg víðari í ein annan handli og tjekki klæðini út har. Annars dámar mær væl at keypa endurnýtsluklæðir ella fara í H&M, tí har eru góð klæðir fyri ein bíligan penga.
Myndir og tekstur: Una Nielsdóttir Galán
