- Tíðindi, mentan og ítróttur
Video: Løg hjá Beyonce verða framførd sum dramatiskir monologar
Video: Løg hjá Beyonce verða framførd sum dramatiskir monologar
Submitted by Eir Nolsøe on Thu, 07/10/2014 - 19:03- Log in to post comments
Ert tú typan, sum dámar at syngja frammanfyri speglinum ella niðri í Glitnir aftaná for nógvar sjussar, hevur tú kanska varnast, at løgini hjá Beyonce eru ótrúliga torfør at syngja. Júst av hesari orsøkini fór sjónleikarinnan og rithøvundurin Nina Millin undir røðina "The Beyoncelogues", har hon framførir løg hjá Beyonce, sum vóru tey monologar í einum sjónleiki.
Millin gjørdist sjálv púra bilsin av, hvussu væl videoini vórðu móttikin. Best umtókta tulkingin hjá henni, sum sæst omanfyri, hevur nærum 350.000 vitjanir á Youtube.
- Eg man hava misskilt, hvussu væl umtókt Beyonce er. Eg haldi, at vit ordiliga hava fatur í onkrum her, sigur hon við Esquire. Í løtuni eru tríggjar av hennara tulkingum á Youtube, men eftir sigandi eru fleiri ávegis.
Síggj eisini Millin framføra løgini If I Were A Boy og Mine.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |