1984

1984 (1:2)
18-01-2024
- Ein søga um, hvussu sjónvarpið føddist fyri 40 árum síðani

Fyrri partur tekur útgangsstøði í fríggjakvøldinum 25. mei, tá tann allarfyrsta Dagur og Vika varð send í sjónvarpinum.

Saman við fleiri av teimum, sum koma at mynda sjónvarpið hesi fyrstu árini, lýsa vit drúgvu tilgongdina  - frá at privatu sjónvarpsfeløgini sendu síðst í 70'unum til at almenna Sjónvarp Føroya byrjaði at royndarsenda 3. apríl 1984.

Vit síggja savnsgull frá bæði privata Sjónvarpsfelagnum í Havn og teimum allarfyrstu Dagur og Vika-sendingunum, tá starvsfólkini kundu teljast á einari hond.

1984

 "Sjónvarp Føroya, gott kvøld!" Soleiðis ljóða allarfyrstu orðini hjá Jógvani Asbjørn Skaale, tá hann 3. mei 1984 trínur fram á skíggjan og kann greiða frá, at nú er klárt at senda.

Sjónvarpsstjórin hevur tá í eitt heilt ár fyrireika nýstovnaða almenna stovnin, sum skal avloysa privatu sjónvarpsfeløgini, sum eru farin í søguna.

Í tveimum pørtum lýsa vit drúgvu tilgongdina frá at privat sjónvarpsfeløg byrjaðu at senda síðst í 70'unum til 1984, tá Sjónvarp Føroya byrjar at senda.

Saman við fleiri av teimum, sum komu at mynda sjónvarpið fyrstu árini, lýsa vit hesa tilgongdina fram til 1984. Hetta fyrsta árið varð merkt av, at nøkur fá undangongufólk kundu slóða fyri og stápla ein tíðinda- og mentanarstovn á beinini.

25-01-2024
- Ein søga um, hvussu sjónvarpið føddist fyri 40 árum síðani
18-01-2024