- Tíðindi, mentan og ítróttur
The Beatles
Dagar og nætur í skundsemi (5:9)
01-08-2020
Fimti partur í sendirøð um The Beatles.
The Beatles riðu á einum óvanligum aldukambi miðskeiðis í sekstiárunum. Alt sum teir tókust við eydnaðist. Tónleikurin var fagnaður víða um heim, og rómurin á konsertframførslunum gjørdist alt meira ruðulleikakendur.
Í hesum parti verður greitt frá árunum 1964-65. Pláturnar "A hard days night", "Beatles for sale" og "Help" komu hesa tíðina. Sunleif Rasmussen, Bjarni Restorff, Niclas Johannesen, Rói Patursson, Hanus Andreassen, Heri Kragesteen, Jóhannus á Rógvi Joensen og Zacharias Sørensen greiða frá í sendingini.
Suni Merkistein legði til rættis, Pauli Magnussen tók upp og setti saman. Sent fyrstu ferð 14. apríl 2000.
The Beatles
Sendirøð í níggju pørtum um The Beatles. Suni Merkistein legði til rættis, og Pauli Magnussen tók upp og setti saman. Røðin var framleidd og send í 2000.
Heimsvíðfevnda frambrotið hjá The Beatles kom í 1964. Hetta árið tóku teir land í USA og tiltikni Beatlemania-fepurin kyknaði upp
25-07-2020
Vend kemur í hjá The Beatles, tá handilsmaðurin Brian Epstein í 1961 býður seg til at gerast managari hjá teimum
18-07-2020
Í øðrum parti í sendirøðini um The Beatles verður sagt frá harðvunnu royndunum at seta skorður undir tann alfagnaða tónleikabólkin The Beatles
11-07-2020