Café Salt

Froðbiar Sóknar Blues Orkestur LIVE í Salt
13-03-2023
FSBO spældi fimm bluessangir í útvarpssendingini 'Café Salt', ið send varð frá Mentanarhúsinum Salt á Tvøroyri tann 1. mars 2023.

Jákup Ingi Thomsen og Hjalmar Hvítklett tóku sær av ljóðinum, tá Froðbiar Sóknar Blues Orkestur spældi fimm løg beinleiðis til alla verðina. Tey vóru 'World Life Blues', 'Muddy Water Blues', 'Key to the Highway', 'Next Door Neighbor Blues', og 'Reconsider Baby'. Tey fimm løgini kanst tú eisini hoyra við at tendra hesa netútlegging.


Manningin í FSBO: Kristian Holbæk, sangur og munnharpa, Dennis Lave, trummur og sangur, Óli Holbæk, guitar, og Dávið Jacobsen, bass.


Café Salt 1. mars 2023

 

Café Salt

Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.
Jóni Strøm, Hanna Hammer, og Bjarni Jacobsen, øll trý úr Havn, eru fyri aðru ferð á Ítróttarháskúlanum í Vági. Tey eru glað og halda ikki lívið á bygd vera keðligt.
02-03-2023
Sagt verður frá bananvøkstri á Tvøroyri, har Símun eisini hevur sína grillbúð. Elisa Vang ber okkum Stand-Up; Guðrun Sólja syngur; og Rói Einarsson hermir eftir tvørapresti
16-12-2021
Fyrsta Café Salt sendingin er ein palettur við alskyns evnum; tónleiki, dansi, fótbólti, kosthaldi, café- & hotelviðurskiftum, skemti, sjónleiki, og kommunalpolitiskum málum.
25-11-2021
  •