Café Salt

Café Salt: Eftir drúgva lívsferð í Europa og Amerika er Annie komin heim
25-03-2023
Annie O. Eysturoy í Vági las bókmentir á fleiri málum í Salzburg, helt fram í USA, har hon m.a. undirvísti indianarum í egnum bókmentum. Men føroyska málið var eisini við.

Annie kennir tað sum hon nú er komin heim. Tað kennist gott. Hon hevur keypt sær hús vesturi í Bø, har hon hevur útsýni vestur á eiðið og vatnið, og út á fjørð.

Hennara lívsferð hevur verið sera mennandi og gevandi.

Sjálv leggur hon størsta dentin á undirvísingina, sum hon hevði fyri minnilutafólkum í amerikanska statinum, New Mexico, ella indianarum har, og bandið, sum hon knýtti við hesi fólk.

Á lærda háskúlanum i Eysturíki, har hon las bókmentir á enskum og sponskum, bleiv hon ein málslig heimild hjá tí sum undirvisti í germanskum málum, tí hann var hugtikin av føroyska tungumálinum.

Í USA varð hon eitt slag av minniluta-umboði hjá indiansku næmingum sínum, sum eisini á sín hátt vóru hugtiknir av Føroyum, hvørs lítla fjøld hevur varðveitt sítt mál og skrivar nógvar bøkur árliga.


Café Salt 22. mars 2023

 

Café Salt

Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.
Jóni Strøm, Hanna Hammer, og Bjarni Jacobsen, øll trý úr Havn, eru fyri aðru ferð á Ítróttarháskúlanum í Vági. Tey eru glað og halda ikki lívið á bygd vera keðligt.
02-03-2023
Sagt verður frá bananvøkstri á Tvøroyri, har Símun eisini hevur sína grillbúð. Elisa Vang ber okkum Stand-Up; Guðrun Sólja syngur; og Rói Einarsson hermir eftir tvørapresti
16-12-2021
Fyrsta Café Salt sendingin er ein palettur við alskyns evnum; tónleiki, dansi, fótbólti, kosthaldi, café- & hotelviðurskiftum, skemti, sjónleiki, og kommunalpolitiskum málum.
25-11-2021
  •