Café Salt

Café Salt: Góður hugburður og stórt framfýsni í TB
20-04-2023
19.4.23: Kaffistovan í Mentanarhúsinum SALT á Drelnesi var ónskvøldið karmur um kvøldsetu, ið send varð beinleiðis í útvarpinum. Tríggir av gestunum vóru TB menn.

Júst komnir frá venjing sessaðust Gilli Rólantsson Sørensen, landsliðsleikari, Poul Ingason, liðformaður, og Andre Dalfoss, formaður í Tvøroyarar Bóltfelag, við runda samrøðuborðið í SALT. Sjálvandi var mest prátað um liðið í Betri deildini, tí tað er har Gilli og Poul spæla.


Gilli Rólantsson Sørensen greiddi brotvíst frá tilveruni í norskum fótbólti, og at hann enn ikki er liðugur at spæla uttanlands, men í løtuni snýr alt seg um TB, barndómsfelagið. Poul Ingason er eisini "nýggjur av nýggjum", tí hann hevur havt langan støðg frá fórbólti. Hann er bæði kendur fyri at spæla við TB, HB, og TB/FC Suðuroy/Royn.


Formaðurin í TB; Andre Dalfoss, segði millum annað frá týdninginum av at hava royndar spælarar sum Gilla og Poul við. Og hann vil hava nógvar áskoðarar við Stórá, umframt at fólk eru meira enn vælkomin at troppa upp til venjingarnar: -Kaffi er altíð á kannuni, sum Andre sigur.


Café Salt 19. apríl 2023

 

Café Salt

Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.
Jóni Strøm, Hanna Hammer, og Bjarni Jacobsen, øll trý úr Havn, eru fyri aðru ferð á Ítróttarháskúlanum í Vági. Tey eru glað og halda ikki lívið á bygd vera keðligt.
02-03-2023
Sagt verður frá bananvøkstri á Tvøroyri, har Símun eisini hevur sína grillbúð. Elisa Vang ber okkum Stand-Up; Guðrun Sólja syngur; og Rói Einarsson hermir eftir tvørapresti
16-12-2021
Fyrsta Café Salt sendingin er ein palettur við alskyns evnum; tónleiki, dansi, fótbólti, kosthaldi, café- & hotelviðurskiftum, skemti, sjónleiki, og kommunalpolitiskum málum.
25-11-2021
  •