Café Salt

Café SALT: Hvalba er tølandi vøkur og bráðsint á vetri
21-04-2023
19.4.23: Fyrrverandi lærarin og formaðurin í Føroya Lærarafelag, Esmar Berg, var fyrstu gesturin ónskvøldið. Hann greiddi frá Hvalba, Sandvík, og lærarayrkinum.

Vit fingu innlit í søgulig viðurskifti í norðastu bygdunum í Suðuroynni. Einaferð var Hvalba størsta bygdin uttanfyri Havnina. Eisini var hon høvuðsbygdin og einasta kirkjubygdin í Suðuroynni.


Esmar Berg var bæði álvarsamur og lættur í síni frásøgn, sum tú kanst hoyra við at trýsta á pílin undir myndini.


Café Salt 19.4.23


ES: Café Salt er mánaðarlig sending í vetrarskránni hjá KVF úr Mentanarhúsinum SALT á Tvøroyri.

 

Café Salt

Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.
Jóni Strøm, Hanna Hammer, og Bjarni Jacobsen, øll trý úr Havn, eru fyri aðru ferð á Ítróttarháskúlanum í Vági. Tey eru glað og halda ikki lívið á bygd vera keðligt.
02-03-2023
Sagt verður frá bananvøkstri á Tvøroyri, har Símun eisini hevur sína grillbúð. Elisa Vang ber okkum Stand-Up; Guðrun Sólja syngur; og Rói Einarsson hermir eftir tvørapresti
16-12-2021
Fyrsta Café Salt sendingin er ein palettur við alskyns evnum; tónleiki, dansi, fótbólti, kosthaldi, café- & hotelviðurskiftum, skemti, sjónleiki, og kommunalpolitiskum málum.
25-11-2021
  •