Café Salt

Café SALT: Heilsuskúlin fær enn størri týdning í framtíðini
21-04-2023
19.4.23 Samrøðan viðgerð umstøðurnar hjá næmingunum á Heilsuskúlanum í Hovi, her hugsað verður um løn undir útbúgving og vantandi næmingaheim.

Annað evni er møguleikarnir hjá námsfrøðihjálparum at lesa víðari. Sum er kunnu teir gott gera tað í Danmark, men ikki í Føroyum. Har má okkurt broytast, heldur stjórin á skúlanum, Vivie Davidsen, sum Ólavur Rasmussen gjørdi samrøðu við.


Eisini heldur hon, at tørvurin á útbúðnum heilsstarvsfólkum verður størri í framtíðini. Og fæst 'løn undir útbúgving' í rættlag, verður umsøkjaratalið størri, heldur stjórin á Heilsuskúlanum í Hovi.


Café Salt 19. apríl 2023

 

Café Salt

Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.
Jóni Strøm, Hanna Hammer, og Bjarni Jacobsen, øll trý úr Havn, eru fyri aðru ferð á Ítróttarháskúlanum í Vági. Tey eru glað og halda ikki lívið á bygd vera keðligt.
02-03-2023
Sagt verður frá bananvøkstri á Tvøroyri, har Símun eisini hevur sína grillbúð. Elisa Vang ber okkum Stand-Up; Guðrun Sólja syngur; og Rói Einarsson hermir eftir tvørapresti
16-12-2021
Fyrsta Café Salt sendingin er ein palettur við alskyns evnum; tónleiki, dansi, fótbólti, kosthaldi, café- & hotelviðurskiftum, skemti, sjónleiki, og kommunalpolitiskum málum.
25-11-2021
  •