Café Salt

Café SALT: 'Einarsson' omanfyri ælabogan
23-04-2023
19.4.23: Hetta kvøldið í Café SALT hoyrdu vit á fyrsta sinni duettina 'Einarsson' spæla í útvarpinum. Rættiliga sannførandi bóru tey okkum klassikaran, 'Over the Rainbow'.

'Einarsson' spældi ein sang í sendingini. Tað eru hjúnini, Michella Evely Einarsson og Rói Einarsson, sum manna bólkin 'Einarsson'. Hon er sangari og hann spælir ukelele. Tey hava fyrr spælt til okkurt tiltak á Tvøroyri, men í hesum føri var talan um frumspæling í loftmiðli. Kvøldsetan byrjaði við teimum báðum og sostatt var teirra sangur eitt slag av intro til tiltakið.


'Over the Rainbow' var upprunaliga skrivaður til film frá 1939, 'The Wizard of Oz'. Síðani Judy Garland sang upprunaversjónina eru nógvar útgávur gjørdar av 'Over the Rainbow', harav ein tann mest eyðkenda er innspælingin hjá Israel Kamakawiwo'ole frá 1990, ið hevur undirspæl frá ukelele. Tað er henni, 'Einarsson' lenar seg upp at.


Café SALT 19. apríl 2023.

ES: 'Café SALT' er samstarv hjá Kringvarpi Føroya og Radio Salt, ið er miðlaparturin av virkseminum hjá Menatanarhúsinum SALT, Tvøroyri.

 

Café Salt

Café Salt er eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og skemtiligum innihaldi. Vertir eru Ólavur Rasmussen og Jákup Magnussen.
Jóni Strøm, Hanna Hammer, og Bjarni Jacobsen, øll trý úr Havn, eru fyri aðru ferð á Ítróttarháskúlanum í Vági. Tey eru glað og halda ikki lívið á bygd vera keðligt.
02-03-2023
Sagt verður frá bananvøkstri á Tvøroyri, har Símun eisini hevur sína grillbúð. Elisa Vang ber okkum Stand-Up; Guðrun Sólja syngur; og Rói Einarsson hermir eftir tvørapresti
16-12-2021
Fyrsta Café Salt sendingin er ein palettur við alskyns evnum; tónleiki, dansi, fótbólti, kosthaldi, café- & hotelviðurskiftum, skemti, sjónleiki, og kommunalpolitiskum málum.
25-11-2021
  •