Dreymurin um Grønland

Nýtt landnám (2:2)
12-10-2021
Annar partur í sendingini frá 1997 um føroyska virksemið í Grønlandi.

Tað eru meira enn 25 ár liðin, síðani føroyskir útróðrarmenn vóru á plássum sínum í grønlendska skergarðinum. Í sendingini fara vit við nøkrum teirra aftur á plássini at vita, um nakað stendur eftir tað føroyska landnámið í Grønlandi. Toftirnar og menninir siga okkum søguna um, hvussu tað var at koma á bera hellu í oyðimørkini og gera nýtt landnám. Um at fiska í ókendum sjógvi við føroyskum bátum millum ísfjøll og sker. Og um toskafepurin, ið herjaði, tá havið kókaði av fiski.

Samrøður eru við millum aðrar Kaj Hjalgrímsson, skipari, búsettur í Nuuk. Jens Eli Ellefsen, Miðvágur. Hentzar Grástein, Haldarsvík. Jóan Hendrik Zachariassen og Ísak B. Jacobsen.

Dreymurin um Grønland

Fyrsta sending um føroyskt virksemi í Grønlandi, sum var framleidd í 1997. Fram við skergarðinum í vesturgrønlendsku oyðimørkini liggja enn toftir av føroyskum útróðrarplássum - líka úr Kappanum norður til Føroyingahavnina. Har var í hesi øldini eitt kókandi virksemi í summarhálvuni, sum bjargaði tí føroyska búskapinum. Plássini eru í dag minnisvarðar um eina farna tíð.

Samrøður eru við millum aðrar Martin Ejdesgaard, Tvøroyri. Malmberg Simonsen, Sørvágur. Karl Jespersen, Tvøroyri. Sommer Winther, Skopun. Hentzar Grástein, Haldarsvík. Ísak B. Jacobsen, Sørvágur. Jens Eli Ellefsen, Miðvágur og Tórstein Christiansen, Skálavík.

Høgni Hoydal og Bjarnheðin i Hoyvík leggja til rættis.

Annar partur í sendingini frá 1997 um føroyska virksemið í Grønlandi.
12-10-2021
Fyrri partur í sending frá 1997 um føroyska virksemið í Grønlandi.
06-10-2021