Drongurin við svarta beltinum

Drongurin við svarta beltinum (1:2)
01-12-2016
Føroysk dokumentarsending um 11 ára gamla Høgna Kunoy Dávason, ið stríðist við cystiska fibrosu

Høgni Kunoy Dávason hevur lívshættisligu sjúkuna cystisk fibrose. Miðal livialdurin hjá teimum, sum hava cystisk fibrose er ikki høgur, og tí tekur 11 ára gamli drongurin omanfyri 160 tablettir um dagin.

Men tað er eitt heilt serligt seiggj í Høgna. Hann hevur búð nógv ár í Singapore, tí pápin arbeiddi har. Har fekk Høgni svarta beltið í taekwondo, og stríðsítróttin hjálpir honum móti sjúkuni.

Tá familjan flutti til Søldarfjarðar, stovnaði Høgni sítt egna taekwondofelag “Hwarang Føroyar”. Nú venur hann yvir 100 børn, ung og vaksin. Men sjúkan liggur sum ein støðug hóttan yvir familjuni, og tað elvir til strongd og ótta.

Høgni hevur verið ofta undir skurði, men hann stríðist hvønn dag við venjingini fyri at halda virki lunganna uppi.

“Drongurin við svarta beltinum” er ein hugtakandi søga um ein drong, sum hevur høg mál, egið felag og altjóða netverk. Samstundis liva hann og familjan í skugganum av eini eirindaleysari sjúku.

Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen. Fotograferað og klipt: Bjarni Árting Rubeksen.

Drongurin við svarta beltinum

Høgna Kunoy Dávason, sum hevur lívshættisligu sjúkuna cystisk fibrose. Hetta er hugtakandi søgan um ein drong, sum hevur høg mál, egið felag og altjóða netverk. Samstundis liva hann og familjan í skugganum av eini eirindaleysari sjúku.

Føroyskur dokumentarur
10-12-2020
Føroysk dokumentarsending um 11 ára gamla Høgna Kunoy Dávason, ið stríðist við cystiska fibrosu
01-12-2016