E elski Førjar

E elski Førjar 6
18-12-2024

Alt er ikki, sum tað plagar í Keypmannahavn. Haraldur er farin út at spáka í góðveðrinum, tá hann hittir ein danskara, sum als ikki er so glaður fyri Danmark. Teir eru samdir um tað, men ikki so nógv annað. 

Reportarin Randi er farin til Keypmannahavnar, tí globaliseringin hevur gjørt, at nógvir føroyingar velja at fara uttanlands at lesa. Har fær hon eitt heldur øðrvísi prát við Jógvan, sum er gjøgnumglobaliseraður. 

Sofus hittir ein gamlan kenning. Teir hugleiða um teir stóru umhvørvistrupulleikarnar. 

Kjartan er farin at vitja Mariu og lítla. Sjálvandi hevur hann eina fitta gávu við. 

Og sjálvandi eru eisini nógvar aðrar góðar og skemtiligar søgur á skránni. 

E elski Førjar

Í røðini verður hugt at Føroyum og føroyingum úr einum nakað øðrvísi, og kanska eitt sindur meira skemtiligum, sjónarhorni enn vanligt. Her møta vit tjóðskaparmanninum Haraldi, konuni Pernille, og dóttrini Søs, sum øll búgva í Keypmannahavn. Her er tann illi Sofus, tann einsami Niels, tann samkyndi Kjartan, tey lekkru Remi og Rosely, teir smørtu reportararnir Olgar og Randi og mong, mong onnur. Væntandi fara tey flestu at kenna seg aftur í onkrum av hesum persónum, sum so ella so mynda Føroyar anno 2008.

18-12-2024
17-12-2024
17-12-2024
17-12-2024
17-12-2024
17-12-2024