Ervi

Eruption: Eddie van Halen ervi
12-10-2020
6. oktober 2020 andaðist oddamaðurin í heimskenda rokkbólkinum Van Halen, Eddie van Halen, 65 ár. Í tríggjar tímar minnast vit hesa gittarlegendu.

6. oktober er nú eisini svarti oktober í tónleikahøpi, tí tað var dagurin, tá ein av størstu gittarhetjunum nakrantíð, Eddie van Halen, doyði, 65 ára gamal. 

Hendan serútgávan av Leitisstein er eitt tónlistarligt ervi fyri oddamanninum í heimskenda rokkbólkinum Van Halen.

Eddie van Halen kollvelti nevniliga fullkomiliga mátan, sum tað verður spælt rokk upp á gittaran, og verður hann roknaður á hædd við Jimi Hendrix. 

Eddie van Halen fekk staðfest krabbamein í tunguni í 2000, men bleiv frískur. Men sjúkan kom aftur og tók at enda lívið av einum av størstu gittarhetjunum, sum nakrantíð hevur livað. 

Í tríggjar tímarnar minnast Fróði Løkságarð og eg, Uni Leitisstein Hansen, Eddie van Halen við samrøðum og einari rúgvu av tónleiki. 

Millum luttakararnar í sendingini eru Mike Tramp, Niclas Johannesen, Hanna Flóvinsdóttir, Magni Husgaard og Steffen Jungersen. 

 

Kl.        Sangur:

23:58    Van Halen - The Seventh Seal
23:51    Van Halen - Jamie's cryin'
23:45    Van Halen - Ain't talkin' 'bout love
23:26    Van Halen - 316
23:20    Van Halen - Unchained
23:07    Van Halen - Jump
23:01    Van Halen - Dreams
22:45    Van Halen - Best of Both Worlds
22:17    Michael Jackson - Beat It
21:47    Van Halen - When It's Love
21:42    Van Halen - Runnin' with the Devil
21:29    Van Halen - Cabo Wabo
21:25    Van Halen - Can't Stop Lovin' You
21:10    Van Halen - Panama
21:01    Van Halen - Eruption

*Pluss: Mean Street, Hot For Teacher, A.F.U. (Natrually Wired), Cathedral

Ervi

Ervi eru sendingar til heiðurs fyri kend og slóðbrótandi tónlistafólk, sum eru deyð.
20. oktober hevði Tom Petty fylt 70 ár, meðan tað 2. oktober vóru trý ár síðani hann andaðist. Gott høvi at heiðra hendan stóra tónlistamann.
27-10-2020
6. oktober 2020 andaðist oddamaðurin í heimskenda rokkbólkinum Van Halen, Eddie van Halen, 65 ár. Í tríggjar tímar minnast vit hesa gittarlegendu.
12-10-2020
Útvarpssending til heiðurs fyri tónlistamannin George Michael, ið andaðist jóladag einans 53 ára gamal.
28-12-2016
Minnissending um kanadiska sangaran, sangskrivaran og yrkjaran Leonard Cohen, ið andaðist mánakvøldið 82 ára gamal.
12-11-2016
Minnisløta fyri Prince, sum andaðist 21. apríl, bara 57 ára gamal. Fróði Løkságarð og Uni L. Hansen eru vertir
30-04-2016
Heiðurssending fyri David Bowie, ið andaðist 10. januar, 69 ára gamal. Prát, hugleiðingar og nógvur tónleikur
15-01-2016
Sending til heiðurs fyri Lemmy og Motorhead. Høgni Djurhuus og Uni Leitisstein Hansen eru vertir
09-01-2016