Flaggsigling 2019

Flaggsigling 2019 (2:2)
24-10-2019

Seinni partur um stórfingnu flaggsiglingina í Danmark í summar fer fram í Helsingør og í Keypmannahavn, har nógv varð gjørt burtur úr Merkinum sunnudagin 2. juni. Tá vóru júst hundrað ár síðani, at Merkið fyrstu ferð varð víst fram alment á Regensen.

Í tveimum sjónvarpssendingum uppliva vit Flaggsigling 2019, har sjey føroysk træskip vóru við. Tórður Mikkelsen og fotografurin Jakob Jørgensen vóru við fyri Kringvarpið.

Flaggsigling 2019

2. juni 2019 vóru 100 ár síðani, at Merkið fyrstu ferð varð borið fram alment, og tað var millum ungar føroyingar í Danmark. Í tveimum sjónvarpssendingum fara vit at uppliva Flaggsigling 2019.

Tórður Mikkelsen og Jakob Jørgensen løgdu til rættis.