- Tíðindi, mentan og ítróttur
FMA
17 FMA virðislønir vórðu handaðar í Norðurlandahúsinum, tá árligu tónlistavirðislønirnar skuldu handast.
Lena Anderssen og útgáva hennara Eagle in the Skye vóru heilt stóri vinnarin við heili fýra virðislønum. Ársins húsi, sum Ann Mari Egholm hevur gjørt, ársins útgáva, ársins songkvinna og so vann Niklas Johannesen, maður Lenu, ársins framleiðara virðislønina.
Her eru vinnararnir:
Marjun Syderbø Kjælnes, ársins tekstur fyri Verð mín
Heiðrik á Heygum, ársins mannligi sangari
Eivør Pálsdóttir, ársins sangari/einleikari og ársins útgáva í opna flokkinum fyri At the Heart of a Selkie
Konni Kass, ársin nýggja navn og ársins loftbrúgv
Danny & The Veetos, ársins sangur fyri Alright og ársins bólkur í popp/rokkbólkinum
Sunleif Rasmussen, ársins kompositión fyri Symphone no. 2 - The Earth Anew
Orka, ársins bólkur ella kór í opna flokkinum
GUT Productions, ársins videolag, Einaferð var tað eg
Hans Andrias, Áhoyraravirðislønin
Listastovan í Vágum, ársins átak
Brandur Øssurson, ársins tónleikaheiður

FMA
FMA er kvøldið, har ein av dýrabarastu dýrgripunum, sum vit føroyingar eiga, verður fagnaður – tónleikurin! Til FMA vera bestu, føroysku tónleikaavrikini farna árið heiðrað við livandi tónleiki og virðislønahandanum.